Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hava tað gott, men koronan darvar nógv

Uttanlands | 05/11-2020 17:00
Barbara Hannudóttir Jensen, leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík.

Vit hava tað gott og trívast væl her á Ørkini, men koronan darvar øðiliga nógv. Tað eru nærum eingir gestir, og so er tað bæði trupult at bjóða fólki inn og at fara út at vitja fólk ella til samkomur. Teir flestu koronutilburðirnir í Íslandi eru her á Reykjavíkarleiðini, so vit mugu vísa størsta varsemi.

Koronustøðan er tíverri nógv versnað í Íslandi síðani august. Tá mest vóru smittað, vóru tað 290 fyri hvørji hundrað túsund fólk. Nú gongur betri, tí nú eru vit komin niður á 230 fyri hvørji hundrað túsund.- Tað sigur Barbara Hannudóttir Jensen, leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík.

Karantenuhotel
-Atlantic flýgur ikki til Íslands fyri tíðina, og ferðandi úr øllum londum skulu í sóttarhald, um tey koma til Íslands; so tað sigur seg sjálvt, at ferðafólkini halda seg burtur. Nakrir gestir hava gist á Ørkini í sóttarhaldi. Ørkin er eisini skrásett sum „karantenuhotel“ so møguligt er at verða í sóttarhaldi, og fyri at tað skal bera til, eru eisini ávísar ásetingar frá myndugleikunum, sum vit skulu fylgja,- sigur hon.

Tað er róligt á Ørkini, og tí gleða vit okkum til meira lív kemur í húsið við gestum, vitjandi og fleiri starvsfólkum. Síðan 1. september hava vit bara verið tvey starvsfólk. Vit hava gott mót, og vónandi fær koronan ein enda skjótt, men nær?
Støðan við koronuni, er eisini hørð við fíggjarligu støðuna hjá Ørkini.

Tí vóna og biðja vit eftir, at koronan fær ein enda og gongd fer aftur á samfelagið og á Ørkina. Føroyingar, eins og onnur eru vælkomnir á Ørkina, men sum sagt, so mugu vit vísa virðing og varsemi, sum støðan er,- sigur hon.

Kirkjur og samkomuhús stongd
-Vit hava eingi føroysk møtir, sum støðan er. Allar kirkjur, samkomuhús, svimjihallir og onnur felagshús eru stongd. Tá vit skulu gera ørindir í býnum, bera vit munnbind, tí tað er krav frá myndugleikunum. Eisini er avmarkað, hvussu nógv sleppa inn í handlar. Tað verður talt við dyrnar.

Tá talið er komið til tað, ásetingarnar siga, ja, so má ein bíða uttanfyri til fleiri eru komin út. Sum støðan er í løtuni, so eru vit nógv á matrikklinum,- sigur Barbara Hannudóttir Jensen at enda.

 

Tað skrivar Torleif Johannesen á trubodin.fo, tað er eisini hann sum eigur myndina.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi