Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Silda- og svartkjaftakanningar lidnar

Innanlands | 18/05 14:36

Nakað minni av norðhavssild var skrásett í ár enn seinastu trý árini.

Magnus Heinason kom mánadagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar. Nakað minni av norðhavssild var skrásett í ár enn seinastu trý árini. Tað var serliga í syðra parti av kanningarøkinum og eystur móti markinum, at minni var at síggja í ár.

Hinvegin var nakað meira av svartkjafti skrásett. Tó skal viðmerkjast, at kanningarøkið broytist frá ári til árs, so úrslitini kunnu ikki beinleiðis sammetast millum ár. Ein meting av øllum sildastovninum verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum skipunum verða tøk.

Eins og í undanfarnu árunum er sildin sum heild stór, men í ár var eisini smærri sild at fáa á nøkrum støðum. Mestsum onki av ársgomlum svartkjafti var at síggja – hetta samsvarar væl við svartkjaftakanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnanfyri í apríl mánaði.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar. Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis ikki liðug at kanna havøkini norðan fyri Føroyar.


Skrivað: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands
Samrøða: Høgni Hoydal, um fiski­vinnu­nýskipan
Íslendsk innrás á Tvøroyri við útbúnaði til Varðan Pelagic
Nú innrætta teir íbúðirnar á Biskupstorginum
R7, Oyggjatíðindi og VP hava best fjølmiðlasið
Hugnaløtan 1 - Gestur: Victor Dánjalsson
Tá hini altíð hava skuldina - og vinna, fakfeløg, leik og lærd verða ákærd fyri konspiratión og valdstøku
Havrannsók­nar­skipið verður smíðað á Skála
Brúgvin 69 - 2017-11-13
Hann gjørdist 1,5 mia. kr. ríkari í gjár
Tað verður teskað í krókunum
Svimjingarhøll í Runavík
Kvotukongar umhugsa at krevja endurgjald frá statinum
Miðflokku­rin setir stór krøv til samgonguna
Tvístøða kjaksending 21
Fiski­mála­ráðið hevur afturkalla politifráboðan
Myndir frá lands­fundi­num hjá Fólka­flokkinum
Gleðast fyri hosurnar
Risastórt teldutreff í Hoyvíkshøllini
Avdúking av standmynd
Vága Floghavn skal hava nýggjan stjóra
Jól við Løkin konsert útseld eftir 57 sekundum
Jenis kunnar seg um kanabis
Tveir persónar saknaðir eftir eldsbruna í Norra
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi