Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

MYNADARØÐ: Aftur eitt plettskot hjá Halleluja-Sofusi

Innanlands | 17/11-2020 12:00

Hann má hava verðins bestu konu, hesin Halleluja-Sofus, tí at ein dagin í august ringdi hann til Doris, konuna, og segði við hana: "Tú, eg fari líka niður til Danmarkar at keypa ein bil!" Doris ynskti honum góða ferð, og Sofus fekk sín dreymabil eftir nøkrum tímum.

Halleluja-Sofus er tiltikin fyri at duga at siga tað, so hann sigur sum vant bart út:

"Hetta er ein Ford Ranchero! Hetta er tann, sum JR koyrdi í tá í Dallas! Ja-ja-ja-ja! Minni kann ikki gera tað!

   Bilurin er frá 1970. Hann er hálvfjerðsari, og tað vórðu ræðuliga fáir gjørdir av hesum her. Eg havi leitað í minst 15 ár eftir hesum bilinum. Modellini áðrenn eru massar av, men tey eru smalri enn hesin bilurin. Tey modellini eita 150, altso víðasta mál, men hesin eitur 190. So stórur munur er tað.

   Men líkamikið ... eg taki so telefonina upp í hondina ein dagin, og so síggi eg, at bilurin stendur til sølu á listanum yvir danskar USA-bilar. Og, eg segði bara ... What! 

   Eg hyggi í telefonina, nær flýgur næsti flúgvari? Men fyrst ringdi eg til hendan her, sum átti hann, og spurdi, um bilurin var farin. Hann segði: Nei, hann er ikki farin! So sigi eg: Veitst tú hvat, eg komi at hyggja at honum! Ja, det er fint, men der kommer en i morgen – fríggjadagin ... Ja! sigi eg, men eg komi áðrenn! Jamen, det når du ikke, sigur hann ... Eg sigi: Det får vi se! 

   Fínt! Eg hyggi so eftir, nær næsti flúgvari flýgur ... tveir tímar ...

   Eg leyp í bilin og gassaði avstað, sum eg stóð. Og meðan eg koyrdi, ringdi eg á flogvøllin og spurdi, um nøkur billett var niður til Kjøpinhavn. Jú, tað var billett. Eg sigi: Fínt! Legg hana av, eg komi! Jamen, vit skulu umborð skjótt! Eg sigi: Eg verði har! 

   Og eg ringdi til konuna á vegnum og segði: Veitst tú hvat, eg eri á veg vestur í Vágar, eg fari niður til Danmarkar at keypa ein bil.

   Oyss, ikki ein aftrat! Men ókey, góði, góða eydnu!

Tað segði Doris, so fitt sum hon er ... hon er so ólukksáliga fitt ... so ... men hon er øgiliga glað, nú eg havi fingið bilin.

Fínt! Eg gassaði alt tað, eg kundi. Tjekkaði inn ... umborð ... og tað tók tveir tímar at flúgva niður, og meðan eg fleyg niður, bestilti eg eina aðra billett upp til Aalborg, og tað var at renna millum geytirnar, so eg kláraði akkurát tann flúgvaran til Aalborg eisini.

Eg hevði sæð bilin á netinum tann 21. august, og eitt lítið sindur meir enn tríggjar tímar aftaná, at eg hevði tosað við mannin í Aalborg í telefon í Havn henda sama dag, stóð eg í túninum hjá honum.

Hesin danskarin segði: Det kan ikke passe, det her ... altså, du lyver! sigur hann við meg, du bor her i nærheden, ik'? Eg sigi: Nej, nej, jeg er lige kommet fra Færøerne. 

   Jamen altså, jeg har lige snakket med dig!

   Eg svaraði, at er viljin til staðar, so gongur tað skjótt.

   Tað var so tað, men so spurdi eg hann, hví í himmalsins navn hann vildi selja henda bilin.

   Hann peikaði á húsini hjá sær, og segði, at hann manglaði eitt tak. Tí var hann noyddur at selja bilin, og fyri tað annað hevði hann fingið tvey børn, og skuldi hann út at koyra við teimum, manglaði hann tvey baksetur. So hann fer at keypa sær ein annan bil, tá ið hann hevur goldið húsini, men tað verður ein veteranbilur við fleiri setrum í.

 Aalborgensarin segði næstan sorgarbundin, at einasta grundin til, at hann hasardseldi bilin var, at hann hevði brúk fyri pengum.

Eg segði, at tað forstandi eg, at tað má vera, tí at hesin bilurin verður ikki sleptur fyri hvat sum helst. Eg spurdi, hvaðani bilurin var komin.

   Hetta er ein kaliforniabilur, komin higar í 2017.

   Eg segði: Fínt, tað er nóg mikið, eg skal hava bilin.

So eg flutti honum pengarnar, sum eg stóð har og vísti honum kvittanina. Eg fekk lyklarnar. Hann ynskti mær góða eydnu við bilinum, og síðan koyrdi eg avstað.

   Eg gisti eina nátt í Aalborg og koyrdi síðan dagin eftir til Hirtshals, har Norröna lá, og so umborð har.

   So at ... her eru vit! 

   Liturin á bilinum er perfektur, og eg ætli mær ikki at gera so øgiliga nógv við hann, tí at eg má ansa øgiliga væl eftir at hava hann originalan, tí at virðið í honum verður rættiliga stórt um nøkur fá ár, tí at pickuparnir eru meira stríðshestar. Teir eru meiri niðurslitnir enn persónbilarnir.

   Ja, hesin Ford Ranchera eitur 305 kubikkinches – 3.500 kubikk – so hann hevur umleið 300 hestar við V8-motori. So hann vil nakað, hann flytur seg!

  Greinina og myndirnar eigur Sonne Smith. Greinin stendur í blaðnum hjá felagsskapinum Føroya Ellisakfør, sum kom út Juni 2019 - 27 árgangur


 

1: 

Oyss! ein bil aftrat! sigur Doris, kona Halleluja-Sofus. Mynd: Eirikur Ólason Simonsen


7: 

So, here I am, yesss!

 

8: 

1970 Ford Ranchero við fitnesshurðum


5: 

Ein rættur arbeiðshestur úr Kalifornia


10: 

Ráur og ópussaður


9: 

Við fýra lýsandi eygum ...


6:  

... og tungari hekku


4: 

So, her er bilurin, sum Sofus trívist best í ... í løtuni

Greinina og myndirnar eigur Sonne Smith. Greinin stendur í seinasta blaðnum hjá felagsskapinum Føroya Ellisakfør.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi