Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Johan Dahl spyr um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum

Innanlands, Politikkur, Tíðindaskriv | 18/11-2020 00:01

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 13. november, sett Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um serfrøðinganevnd at kanna havbit og skeljaaling í Føroyum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hevur landstýrismaðurin sett serfrøðingarnevndina, ið skal kanna møguleikan fyri havbitiog skeljaaling, sum eitt samt Løgting hevur biðið landsstýrismannin um at gera?

2.    Hvussu gongur við arbeiðinum at kanna møguleikan fyri havbitiog skeljaaling, sum samgonguskjalið ásetir?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at í løgtingmáli nr. 128/2017 samtykti eitt samt Løgting tann 20. apríl 2018, eftir tilmæli frá einari samdari Vinnunevnd, at heita “ ... á landsstýrið um at seta niður bólk av serfrøðingum til at kanna og gera frágreiðing um, hvussu Føroyar kunnu gera seg galdandi innan havbit av laksi, og hvussu farast kann undir skeljaaling í Føroyum og grundað á frágreiðingina leggja fyri Løgtingið frágreiðing um hetta.“

Viðmerkingarnar frá ein samdum Løgtingi vóru m.a., at tað er avgerandi fyri Føroyar at hava fjøltáttaðar vinnumøguleikar, og tí skuldi arbeiðast við hesum, tí vit landafrøðiliga liggja so væl fyri, at tað er eyðsæð, at her eru møguleikar, sum mugu troytast til tess at tryggja, at Føroyar kunnu verða eitt uppaftur ríkari samfelag til fyrimunar fyri allar føroyingar.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, dagfest 14. september 2019, verður eisini lagdur dentur á hetta, tí har stendur m.a.: “Møguleikarnir fyri aling á landi skulu eisini troytast, og arbeiðast skal eisini við  møguleikum fyri havbiti og aðrari aling, so sumtara-og skeljaaling.”

Havbit og skeljaaling kundi blivið eitt gott ískoyti til føroyska búskapin og eisini skapt nýggj arbeiðspláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi