Fara at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu
Nú verður farið undir at skráseta staðarnøvn í Vágs kommunu. Staðarnøvn vóru fyrr ein vanligur partur av gerandisdegnum í samband við at fólk settu orð á hvar leiðin gekk antin til arbeiðis, at vitja fólk ella at røkja aðrar uppgávur í gerandisdegnum. Men hetta er alt broytt tey seinastu ártíggjuni.
Hóast nógv staðarnøvn enn eru partur av gerandismálinum kring um í føroysku bygdunum, so eru tað eisini nógv staðarnøvn, sum spakuliga eru við at verða gloymd. -Og fyri at varðveita hendan partin av søguni hjá Vágs kommunu, verður nú farið undir at skráseta staðarnøvn í kommununi.
Tað eru teir báðir Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar, sum koma at standa fyri hesum arbeiði.
Umframt at skráseta sjálv staðarnøvnini, so er ætlanin eisini at skráseta møguligar søgur, sum eru knýttar at staðarnavninum. Staðarnøvnini verða skrásett á talgilt kort, soleiðis at øll kunnu fáa gleði av hesum og ikki minst, soleiðis at staðarnøvnini verða varðveidd.
Ætlanin er eisini, at fólk – um áhugi er fyri tí – kunnu fáa sær navn á húsini, um hesi t.d. eru á ávísum staðarnavni, og er hetta eisini liður í at varðveita staðarnøvnini sum part av gerandisdegnum.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











