Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

Útbrot av kettuaids í Danmark

Uttanlands | 19/05 09:34

Allir útløgukattar skulu nú fangast í Sønder Onsild

Tað verður annars tikið til at kettur hava 9 lív. 

Tó er tað so at um kettur verða smittaðar við kettuaids so kann hetta hava álvarsamar fylgjur fyri ketturnar.

 

Í danska býnum Sønder Onsild sum liggur tætt við Hobro er staðfest eitt størri útbrot av hesi sjúkuni. 

Tað eru staðfest minst níggju tilfeldi av kettuaids. Ketturnar sum eru sjúkar eru útløgukattar.

 

Hendan sjúkan kann ikki smitta menniskju ella onnur dýr. Kettur kunnu tó smitta hvørja aðra við at bíta ella klóra. Er ein ketta smittað verður hon ikki frísk aftur. 

 

Tað er ikki møguligt at fyribyrgja kettuaids við koppseting

Kommunan í Sønder Onsild mælir borgarum, sum eiga kettur, til at halda hesar innandura um tær ikki hava hálsaband ella eru oyramerktar.

 

Tað kunnu ganga upp til 10 ár frá kettan er blivin smittað til hon útvilkar sjúkuna. Kettlingar kunnu smittast tá teir

eru fostur og kunnu tí vera berarar av kettuaids longu tá teir verða føddir.

 

Sjúkan verður staðfest við eini blóðroynd.

R7 tosaði við Signar Petersen Djóralækna. Signar sigur at sjúkan er ongantíð staðfest í Føroyum men onkuntíð hevur mistanki verið um sjúkuna. Sjúkueyðkennini kunnu vera nógv ymisk og tí er ringt at staðfesta sjúkuna um blóðroynd ikki verður tikin. 

Møgulig sjúkueyðkenni kunnu vera bruni í munnholu, leysur magi og onnur eyðkenni sum minna um krím.

Vit fingu eisini orið á tey í djóralæknatanastuni og har hava tey heldur ongantíð staðfest kettuaids.

 


Kelda: jyllands-posten


Skrivað: Hansa Hansen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir