Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Landsstýrismálanevndin situr á fundi og ger endaliga niðurstøðu um løgmann

Innanlands, Politikkur | 19/05 09:07

Kæran um at løgmaður hevur lýst § 14 stk. 2 sum yvirtikið málsøki verður endaliga avgreidd í dag.

Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum fór á fund í morgun klokkan hálvgum nýggju. Á skránni var eitt mál, og tað var kæran frá Bill Justinussen og Jenisi av Rana, løgtingsmonnum, viðvíkjandi avgerð løgmans um at leggja § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini undir málsøki hjá landsstýrismanninum í mentamálum.

Landsstýrismálanevndin hevur gjørt eina fyribils niðurstøðu í málinum, men mannagongdin er, at tann sum er kærdur fær fyribilsniðurstøðuna fyrst, og sleppur at gera viðmerkingar til niðurstøðuna. Eftir at landsstýrismálanevndin hevur fingið hesar viðmerkingarnar verður endalig niðurstøða gjørd.

Løgmaður hevur fingið eina fyribilsniðurstøðu frá landsstýrismálanevnini, og í gjár segði hann við Kringvarpið, at hann fór at lata løgtingsskrivstovuni sínar viðmerkingar í seinasta lagið klokkan 8 í morgun.

Tá Jógvan Skorheim, formaður í landsstýrismálanevndini hoyrdi tað, lýsti hann alt fyri eitt fund at verða klokkan hávgum nýggju.

Við R7 segði Jógvan Skorheim í morgun, at hann vónaði, at ein endalig niðurstøða kundi verða gjørd áðrenn tingfundin klokkan hálvgum tíggju.

Jógan Skorheim vil einki siga um, hvat stendur í fyribilsniðurstøðuni, tí tað er í trúnaði.

Heimasíðan in.fo skrivaði í morgun nógvar viðmerkingar um fyribilsniðurstøðuna, so okkurt bendir á, at trúnaðarupplýsingar hava likið til henda eina fjølmiðilin. In.fo skrivar tó einki um, hvat nevndin sigur um løgmann, sum er kærdur til nevndina, men viðgerð meira við politiskt vinklaðum greinum tveir av limunum í nevndini.

Jógan Skorheim vil ongar viðmerkingar gera um hetta, men hann sigur, at tað hevur verið ein trupulleiki seinastu tíðina, at trúnaðarupplýsingar hava likið úr nevndini.

Uppskotið um at broyta § 14 stk. 2 í hjúnabandslógini verður viðgjørt á tingfundinum í dag.


Skrivað: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands
Samrøða: Høgni Hoydal, um fiski­vinnu­nýskipan
Íslendsk innrás á Tvøroyri við útbúnaði til Varðan Pelagic
Nú innrætta teir íbúðirnar á Biskupstorginum
R7, Oyggjatíðindi og VP hava best fjølmiðlasið
Hugnaløtan 1 - Gestur: Victor Dánjalsson
Tá hini altíð hava skuldina - og vinna, fakfeløg, leik og lærd verða ákærd fyri konspiratión og valdstøku
Havrannsók­nar­skipið verður smíðað á Skála
Brúgvin 69 - 2017-11-13
Hann gjørdist 1,5 mia. kr. ríkari í gjár
Tað verður teskað í krókunum
Svimjingarhøll í Runavík
Kvotukongar umhugsa at krevja endurgjald frá statinum
Miðflokku­rin setir stór krøv til samgonguna
Tvístøða kjaksending 21
Fiski­mála­ráðið hevur afturkalla politifráboðan
Myndir frá lands­fundi­num hjá Fólka­flokkinum
Gleðast fyri hosurnar
Risastórt teldutreff í Hoyvíkshøllini
Avdúking av standmynd
Vága Floghavn skal hava nýggjan stjóra
Jól við Løkin konsert útseld eftir 57 sekundum
Jenis kunnar seg um kanabis
Tveir persónar saknaðir eftir eldsbruna í Norra
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi