Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Emmanuel Macron kann vinna tjóðartingsvalið

Politikkur, Uttanlands | 19/05 11:58

Veljarakanningar í Fraklandi vísa, at flokkurin hjá Macron fer at fáa millum 280 og 300 umboð vald í tjóðartingið.

Veljarakanningar í Fraklandi vísa, at nýggi frosetin, Emmanuel Macron, hevur møguleika at vinna sær meiriluta í tjóðartinginum á valinum í juni.

Macron vann forsetavalið tann 7. mai, men hann hevur eisini brúk fyri at hava meiriluta í tjóðartinginum, um flokki hansara skal eydnast at útinna sín politikk.

Í eini veljarakanning sum OpinionWay/ORPI hevur gjørt, fær flokkurin hjá Macron 27 prosent av atkvøðunum á fyrra valumfarinum, sum verður tann 11. juni. Hetta skal geva flokkinum møguleika at fáa millum 280 og 300 umboð vald í undirhúsið á øðrum umfari, sum verður tann 18. juni. Fyri at fáa reinan meiriluta skal ein flokkur hava 289 umboð vald.

Tvær aðrar kanningar vísa, at flokkurin hjá Macron fer at fáa 32 prosent av atkvøðunum á fyrra umfari. Tað er ein framgongd á ávikavist 3 og 7 prosentstig samanborið við kanningar, sum vórðu gjørdar 11. og 7. mai.

Ein fjórða kanning vísir harafturímóti, at bara 45 prosent av veljarunum hava álit á Emmanuel Macron sum forseta, og enn færri siga seg hava álit á forsetismálaráðharranum Edouard Philippe.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Heystarfat
Prát við Jørgen Niclasen
Trump heldur fram sína sigursgongd
Argentinski kavbátu­rin sprongdist eftir 40 millisekundum
Samrøða við Trine Camilla Joensen úr Valkyrjunum
Myndarøð: Væleydnað seymiskeið fyri nýbyrjarar
Rúsdrekka­ávirkaður og 12 persónar í bilinum
Trolbátar­nir fullfermdir á Leirvík
"Kom á 2069" - Sending 22
Smuglingin av fiskaflaki úr Norra vindur upp á seg
55 vilja vera stjóri
Ísraelar og palesti­nar - sum dagur og nátt
Prát við Svend Højgaard
Tvístøða kjaksending 24 - Lán til uttanlandaferðir
Lýsa fyri 70 milliónir í Fiskafingrum
Týsk Samherja-skip fingið nøvn
Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
Íslendsk lodnuskip hava rokveiðu - norðmenn á veg
R7 Premier League 9 - aftaná 24. umfar
Samrøða við Hans Jacob Hjelm, um Dansibandsfestivalin
Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum
Ein sólskinssøga á vetri
Messi brendi brotsspark
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi