Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Uppskot um misálitisváttan á løgmann er lagt fyri løgtingið

Innanlands, Politikkur | 19/05 14:21
Aksel V. Johannesen | Mynd: KvF.fo

Jørgen Niclasen, Bárður Nielsen og Jenis av Rana hava í dag lagt uppskot fyri løgtingið um misálitisváttan á Aksel V. Johannesen, løgmann.

Í viðmerkingunum til uppskotið skriva teir tríggir andstøðuleiðararnir soleiðis:

“Vísandi til niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini 19. mai 2017 í málinum viðvíkjandi
klagu um løgmann, Aksel V. Johannesen viðvíkjandi avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í
hjúnabandslógini at verða yvirtikna, verður hervið lagt fram misálit á løgmann.

Landsstýrismálanevndin hevur m.a. staðfest, at ”Løgmaður hevur ikki virt § 46 í
stýrisskipanini, tá hann uttan um Løgtingið, hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini
yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini
yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað
eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar.”

Síðani niðurstøðan varð kunngjørd, hevur løgmaður sagt, at hann ikki ætlar sær at fylgja
niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini ella at taka hana til eftirtektar. At løgmaður ikki
virðir Landsstýrismálanevndina, er álvarsamt og merkir, at hann setir seg oman fyri
Løgtingið.

Løgtingið er fólkavalda tingið og stendur til svars fyri fólkinum og veljaranum. Løgmaður og
landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svars fyri Løgtinginum,” siga teir tríggir andstøðuleiðararnir.

Tá uppskot um misálitisváttan verður lagt fyri løgtingið, verða øll onnur mál tikin av skrá.

 

 

 

 

 


Skrivað: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Ongir pengar úr Kollafirði til Hollands
Samrøða: Høgni Hoydal, um fiski­vinnu­nýskipan
Íslendsk innrás á Tvøroyri við útbúnaði til Varðan Pelagic
Nú innrætta teir íbúðirnar á Biskupstorginum
R7, Oyggjatíðindi og VP hava best fjølmiðlasið
Hugnaløtan 1 - Gestur: Victor Dánjalsson
Tá hini altíð hava skuldina - og vinna, fakfeløg, leik og lærd verða ákærd fyri konspiratión og valdstøku
Havrannsók­nar­skipið verður smíðað á Skála
Brúgvin 69 - 2017-11-13
Hann gjørdist 1,5 mia. kr. ríkari í gjár
Tað verður teskað í krókunum
Svimjingarhøll í Runavík
Kvotukongar umhugsa at krevja endurgjald frá statinum
Miðflokku­rin setir stór krøv til samgonguna
Tvístøða kjaksending 21
Fiski­mála­ráðið hevur afturkalla politifráboðan
Myndir frá lands­fundi­num hjá Fólka­flokkinum
Gleðast fyri hosurnar
Risastórt teldutreff í Hoyvíkshøllini
Avdúking av standmynd
Vága Floghavn skal hava nýggjan stjóra
Jól við Løkin konsert útseld eftir 57 sekundum
Jenis kunnar seg um kanabis
Tveir persónar saknaðir eftir eldsbruna í Norra
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi