Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Løgmaður er ikki samdur við landsstýrismálanevndini

Innanlands, Politikkur | 19/05 14:51

Løgmaður heldur fast við, at hansara tulking av lógini er røtt.

Løgmaður ætlar ikki at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini, sum í morgun hevur gjørt ta niðurstøðu, at § 14, stk 2 í hjúnalagslógini er ikki eitt yvirtikið málsøki. Løgmaður sigur í einum tíðindaskrivi, at landsstýrismálanevndin hevur ikki tikið faklig-, men einans politisk atlit í síni niðurstøðu.

"Eg fari ikki at ganga ímóti løgfrøðiligu ráðgevingini hjá Løgmansskrivstovuni, danska forsætismálaráðnum, kirkjumálaráðnum, barna- og sosialmálaráðnum, løgtingsfyrisitingini og løgfrøðiligu ráðgevingini hjá landsstýrismálanevndini. Tað havi eg eisini gjørt greitt í mínum hoyringarskrivi til landsstýrismálanevndina," sigur løgmaður.

Landsstýrismálanevndin sigur hinvegin í síni niðurstøðu av málinum, at fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007 eftir drúgvar samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar.

 “Viðmerkingarnar til lógina ið setti yvirtøkuna í verk, eru rættiliga greiðar,” sigur landsstýrismálanevndin. “Har stendur m.a. at:
Hjúnalags- og kirkjurættarliga økið bera við hvørt annað á onkrum øki. Við uppskotinum
verður hjúnalagslóggávuøkið ikki yvirtikið. Tað verður framhaldandi á donskum hondum. Tó er eitt markamót, sum verður yvirtikið, nevniliga heimildin í § 15, stk. 2 í galdandi hjúnalagslóg fyri Føroyar at gera av, hvørjir ávísir prestar innan onnur trúarsamfeløg hava heimild at gifta,” vísir landsstýrismálanevndin á.

Danska familjustýrið hevur i skrivi 24. juli 2006 váttað, at teir eru samdir í, at soleiðis verður
farið fram.”

“Her verður púra greitt staðfest, at tað bert er § 15, stk. 2, sum verður yvirtikið,” sigur landsstýrismálanevndin.

“Síðani yvirtøkuna av fólkakirkjuni hevur verið arbeitt eftir hesi greiðu niðurstøðu, at tað bert er § 15, stk. 2 í hjúnalagslógini, sum er yvirtikið, og eingin onnur grein,” sigur nevndin.

Vit síggja í øllum málum, sum hava nomið við § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini, at løgtingsumsitingin – okkara løgfrøðisligi serkunnleiki og løgfrøðisligi ráðgevi – ongantíð hevur verið í iva um, at her er talan um eitt økið, sum ikki er yvirtikið, men eitt felagsmál.  

Hesum hevur Løgtingið eisini arbeitt eftir,” sigur landsstýrismálanevndin.

Nevndin vísir eisini til fyrispurningar, sum hava verið á Løgtingi – til løgmann og landsstýrisfólk – um § 14, stk. 2. Har hava løgmaður og landsstýrisfólk altíð svarað, at talan er um felagsmál.

“So seint sum 25. mai í 2016 svarar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at hetta er felagsmál. Samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar hevur eisini greitt staðfest, at hetta er felagsmál,” sigur landsstýrismálanevndin.

Allir myndugleikar hava tí arbeitt út frá tí heilt greiðu niðurstøðu, at § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er felagsmál,” sigur nevndin.

Landsstýrismálanevndin kemur til ta niðurstøðu, at skal nakað yvirtakast, so er tað Løgtingið, sum skal avgera tað við løgtingslóg. Nevndin vísir til grein 46 í Stýriskipan Føroya, sum sigur, at eftir avgerð heimastýrisins verða mál yvirtikin sambært løgtingslóg.

“Tað kann tí ikki vera rætt, at nú skal tulkast, hvørt § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini í 2007 er yvirtikin ella ikki, tá fólkakirkjan var yvirtikin. Her er einki at tulka, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin,” sigur landsstýrismálanevndin.

Nevndin vísir á, at við hesi tulkingini hjá løgmanni kann staðfestast, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sagt ósatt fyri tinginum tann 25. mai 2016. Eisini onnur landsstýrisfólk hava arbeitt undir skeivum fortreytum, tá nú brádliga ein grein er tulkað yvirtikin í 2007, sum eingin hevur vitað um er yvirtikin. Øll politiska skipanin, bæði í Føroyum og Danmark, og onnur við hava eisini arbeitt undir skeivum fortreytum av somu orsøk, sigur landsstýrismálanevndin.

Men løgmaður ætlar ikki at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini. Hann heldur fast við, at hansara tulking av lógini er røtt.

Og landsstýrismálanevndin er ikki samd innanhýsis um niðurstøðuna. Annita á Fríðriksmørk hevur sína egnu niðurstøðu í nevndini.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Heystarfat
Prát við Jørgen Niclasen
Trump heldur fram sína sigursgongd
Argentinski kavbátu­rin sprongdist eftir 40 millisekundum
Samrøða við Trine Camilla Joensen úr Valkyrjunum
Myndarøð: Væleydnað seymiskeið fyri nýbyrjarar
Rúsdrekka­ávirkaður og 12 persónar í bilinum
Trolbátar­nir fullfermdir á Leirvík
"Kom á 2069" - Sending 22
Smuglingin av fiskaflaki úr Norra vindur upp á seg
55 vilja vera stjóri
Ísraelar og palesti­nar - sum dagur og nátt
Prát við Svend Højgaard
Tvístøða kjaksending 24 - Lán til uttanlandaferðir
Lýsa fyri 70 milliónir í Fiskafingrum
Týsk Samherja-skip fingið nøvn
Vandi fyri álvarsomum stríði millum Danmark og Grønland
Eg sakni heildarætlan fyri fiski­vinnuna
Íslendsk lodnuskip hava rokveiðu - norðmenn á veg
R7 Premier League 9 - aftaná 24. umfar
Samrøða við Hans Jacob Hjelm, um Dansibandsfestivalin
Klipp fyri at brúka telefon í bilinum - kanska eisini í Føroyum
Ein sólskinssøga á vetri
Messi brendi brotsspark
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi