Glógvandi virkishugur eyðkennir føroyska sjóvinnu
Føroysk sjóvinna er í rívandi menning í løtuni, og umstøðurnar at vaksa og menna seg enn meira hava sjáldan verið betri.Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum seinnapartin tók lut í einum orðaskifti á Sjóvinnuforum, ið varð fyriskipað á Vinnuháskúlanum í Havn.
“Føroysk sjóvinna er í løtuni í einari sera spennandi legu. Sjóvinnan er í løtuni okkara trið størsti vinnuvegur, og hevur hon kann lyfta seg enn meira og gerast ein týðandi leikari í altjóða høpi. Hetta kann skapa enn størri avkast, framburð og vælferð fyri alt okkara samfelag,” vísir Bárður á Steig Nielsen á.
Løgmaður fegnast um stóra framburðin og stóra vøksturin í føroysku sjóvinnuni. Undir orðaskiftinum seinnapartin legði løgmaður dent á, at støðugt vaksandi áhugin fyri Norðuratlantshavi og Arktis kann lata enn fleiri dyr upp fyri føroyska sjóvinnu.
“Við øktu ferðsluni í Norðuratlantshavi og í Arktis eru stórir møguleikar fyri at veita tænastur á nógvum økjum, har vit longu hava góðar førleikar, ikki minst innan skipaumvælingar, el-arbeiði og ymiska ráðgeving”, heldur løgmaður.
Bæði NATO og USA hava í hyggju at raðfesta Norðuratlantshavið og Arktis frammarliga komandi árini. Seinastu árini hava amerikanskir myndugleikar í fleiri umførum víst áhuga fyri Føroyum og einum samstarvi um tænastur og veitingar – eitt nú innan vistarveiting, bunkring, viðlíkahald og manningarskifti
“Nú ræður um at fyrireika seg væl til nýggju møguleikarnar. Eg eri sannførdur um, at glógvandi virkishugurin og framskygdu fyritøkurnar í Føroyum fara at taka av øktu møguleikunum. Politiska skipanin vil gera sítt til at vera ein virkin viðspælari. Vit vilja stuðla og tryggja neyðugu karmarnar, so at føroyska sjóvinna kann menna seg enn meira,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Dúvugarðar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Sjey nýggir býráðslimir

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Tímar í persiskum

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











