COVID-19 og NORÐURLOND – Kreppuhandfaring og samstarv
Formansskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020 skipar fyri talgildum pallborðskjaki um norðurlendska samstarvið og handfaringina av COVID-19 kreppuni í Norðurlondum.
Talgilda pallborðskjakið verður í dag, 27- nov. kl.12:00 og kann síggjast her.
Hvussu hava vit handfarið kreppuna í Norðurlondum higartil? Hvørjar avleiðingar hevur kreppan haft og hvørjar avleiðingar kann hon fáa fyri norðurlendska samstarvið frameftir? Hvussu kann norðurlendska samstarvið nýtast til at handfara og loysa kreppur av hesum slag?
Hesar spurningar seta vit norðurlendsku samstarvsráðharrunum og byrja kjakið um møguleikarnar fyri felags norðurlendskari handfaring higartil og frameftir.
Føroyski samstarvsráðharrin Kaj Leo Holm Johannesen bjóðar vælkomin, og kjakið verður stýrt av Jákupi Sørensen, ráðgeva á NORA, og Inga Samuelsen, journalisti og skrivara fyri Norrønafelagið í Føroyum.
Dr. Hans Kluge, evropeiskur stjóri fyri WHO, Dr. Pál Weihe, yvirlækni, professari og ráðgevi, og Lasse Ilkka, lækni, seniorráðgevi í finska heilsumálaráðnum og limur í Norðurlendska heilsutilbúgvingarbólkinum (Svalbardgruppen), fara at hava framløgur og seta karmin fyri kjakinum.
Síðani luttaka norðurlendsku samstarvsráðharrarnir í einum pallborðskjaki, har teir fáa møguleika at svara spurningum frá formanskapinum í Norðurlandaráðnum, orðstýrarunum, áhoyrarum og hvørjum øðrum um norðurlendsku handfaringina av COVID-19 og hvussu norðurlendska samstarvið kann nýtast til at loysa kreppur framyvir.
Málið er skandinaviskt, við framløgum á enskum og skandinaviskum.
Vegna formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2020
Kaj Leo Holm Johannesen
Landsstýrismaður í Norðurlandamálum
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kanning hjá vísindabólki viðvíkjandi presidentvalinum í USA

Øll eru ikki líka fyri lógini á Twitter

Samrøða við kvinnu, ið var tilstaðar í Capitol Hill 6. januar

Jarðarferð úr Ebenezer í dag kl. 13.30

Nýggj sending á Radio.fo

Kulturkríggið

Drúgv ferð

Skálavíkar Bygdarráð valt fólki í allar nevndirnar 2021-2025

Til minnis um Sverra Mortensen á Argjum

Myndir av Norrønu í dokk

Sálmur 23, vers 5

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Norrøna fær eitt facelift

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Pison komin á Klaksvík.

Soleiðis fært tú salt

Hvat kostar rein samvitska?

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











