Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kristiligt íkast á fiskarímessuni í Klaksvík

Kristiligar Tíðindasendingar | 23/05-2017 08:14
Operation Mobilisation (OM) og Føroyska Sjómansmissiónin høvdu felagsbás á fiskarímessuni í Klaksvík 2017. Frá vinstru: Jóan Petur og Torleif

- høvdu felagsbás

Í næstseinastu viku var stór fiskarímessa í KÍ-høllini í Klaksvík. Kristiliga Tíðindasendingin var á messuni og forvitnaðist, og væl royndist, tí har var ein básur, sum heilt avgjørt hevði okkara áhuga - Føroyska Sjómansmissiónin og OM-Føroyar høvdu ein bás í felag!

 

 

Torleif Johannesen, sum umboðar Sjómansmissiónina og Jóan Petur Johannesen, sum umboðar OM-Føroyar vóru báðir til reiðar at hava eitt prát við Kristiligu Tíðindasendingina. Spurdir hvat teir gjørdu á eini fiskarímessu svaraði Torleif: “Vit selja einki.....evangeliið er so stórt og dýrt, at eingin klárar at keypa tað, tí fæst tað bara fyri einki......vit ynskja at vísa andlit og kunna um arbeiði hjá Sjómansmissiónini!”

Jóan Petur Johannesen tók soleiðis til, tá hann varð spurdur hví OM er á fiskarímessu: “Vit ynskja at vísa andlit, og hetta er eitt gott høvi at heilsa upp á fólk.....flestu føroyingar kenna gomlu Norrønu, og nú fáa teir kunnleika um hvat Norrøna verður brúkt til í dag!”

Jóan Petur sigur víðari, at nógv fólk hevur vitjað básin, bæði føroyingar og útlendingar, sum hava verið áhugaðir at hoyra um altjóða arbeiði hjá OM og um arbeiði hjá gomlu Norrønu, sum í dag er missiónskip og eitur Logos Hope.

Torleif Johannesen sigur somuleiðis, at nógv fólk hava steðgað á og víst stóran áhuga fyri arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissónini.

Tey, sum vitjaðu básin, sum er ein felagsbásur hjá Føroysku Sjómansmissiónini og OM-Føroyar, høvdu møguleika at fáa eitt kunnandi prát um ávíkavist Føroysku Sjómansmissiónina og um arbeiði hjá OM-Føroyar, og eisini at seta seg inn í myndatilfari, sum var tøkt á básinum, og kundu eisini taka við sær kunningartilfar, sum varð framvega til høvið.

Fleiri fyrilestrar vóru á messuni, og millum fyrilestrarhaldararnar var Myles Toews úr USA, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum í OM-høpi. Hann kom til Føroyar fyri at vera við á felagsbásinum hjá OM. Leiðslan á fiskarímessuni bjóðaði honum at hava fyrilestur um arbeiðið hjá Operation Mobilisation, stytt OM. Í fyrilestrinium greiddi hann frá arbeiðinum hjá missiónskipinum Logos Hope, sum er gamla Norrøna, og hvussu fólk kunnu vera við til at veita oljustuðul til Logos Hope. Hetta er fyrstu ferð, at OM er við á eini messu sum hesari.

Torleif Johannesen sigur, at Føroyska Sjómansmissiónin hevur einaferð áður fyri nógvum árum síðani luttikið á eini tílíkari messu. Teir siga báðir, at tað er ikki óhugsandi at luttøkan verður endurtikin á eini komandi fiskarímessu – tað skuldi væl saktans ikki verið so langt við síðuna av, tí lærisveinarnir vórðu kallaðir menniskjafiskimenn!

(Kelda: Bandaðar samrøður við Torleif Johannesen og Jóan Petur Johannesen á fiskarímessu í Klaksvík 11.05.2017)


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi