Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ingilín Didriksen Strøm: Oljan hoyrir ikki føroysku framtíðini til

Innanlands, Lesarabrøv | 09/12-2020 09:00

Tú fert ikki at geva einum alkoholikara øl, so hann ikki drekkur snaps. Eins og vit í føroyum ikki
skulu leita eftir olju fyri at fáa fígging til at sleppa undan at brenna olju.

Hvat er tað, landsstýrið vil?
Sum eg skilji tað, so vil landsstýrið seta hol á eina oljuvinnu í Føroyum. Men tað sær eisini út til, at
landsstýrið vil erpa sær av at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk. Hendan framfýsna
politikk hava vit einki sæð til enn, men dyrnar til oljuleiting í føroyskum øki standa víðopnar til
oljufeløgini at gera sær dælt av.

Tað hoyrir ikki framtíðini til at fara undir oljuvinnu í Føroyum. Heldur átti landsstýrismaðurin í
orkumálum at tikið sær um reiggj og komið við nøkrum ítøkiligum átøkum, ið minka um kolosala
orkutørvin, og gera okkum leys av oljuni skjótast gjørligt. Hetta kann skapa nýggj, varandi
arbeiðspláss og vitan í varandi orkuframleiðslu.

Føroyar sum undangonguland - ikki oljutjóð
Í Føroyum erpa vit okkum av at vera nærri náttúruni enn onnur lond. Í øllum førum í
marknaðarføringini til umheimin. Bæði tá tað snýr seg um alivinnu og ferðavinnu, leggja vit okkum
týðiliga eftir at selja Føroyar sum eitt óspilt náttúruøki; at vit selja laks beint úr náttúruni. Hvussu
passar hetta saman við, at vit gerast ein oljutjóð? Tað gongur beint móti øllum, ið vit vilja hava
umheimin at halda um okkum.

Føroyar kunnu vera eitt undangonguland, tá tað snýr seg um varandi orku. Vit eru fá, umleggingin
kundi gingið skjótt, um mann tvørtur um politiskar flokkar setti sær fyri, at vit skulu minka um
orkutørvin og leggja um til varandi orku. Til tess krevst IKKI, at vit fara undir at bora eftir olju.
Heldur øvut. Til tess krevst, at veittra farvæl til oljuna. Men tað er trupult, tá mann hevur við eina so
ovurstóra vinnu sum oljuvinnuna, ið rópar eftir einum.

Stokkut innspræning í føroyska búskapin
Vit eiga at vera klókari og rættvísari enn at leypa í við báðum beinum fyri eina skjóta innspræning í
búskapin, ið ikki er varandi, og tí verður ein stokkut gleði. Innspræningin kann senda
kostnaðarstøðið til himmals fyri vanliga føroyingin, um vit ikki umsita tilfeingið rætt.
Vit vita, at um vit skulu halda París sáttmálan og halda upphitanina av klótuni undir tveimum
hitastigum, skulu minst tveir triðingar av teimum lívrunnu brennievnunum, ið longu eru funnin,
verða liggjandi.

Tað er ikki tað lættasta at gera at velja burðardyggar loysnir, men tað er tað rættasta at gera. Eg
skilji væl, at tað tykist møtismikið. Men um vit vilja, at heimurin skal vera í nøkulunda standi, tá
børn og ommubørn okkara skulu búgva her, so noyðast vit at reisast úr bleytu sofuni og hugsa nýtt.

Stendur tað til mín, negla vit hurðina til oljuleiting í Føroyum við sjeytummaseymi.

Ingilín Didriksen Strøm


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi