Tvær jólakonsertir við Siloakórinum 20. des.
Eins og undanfarin ár, so hevur Siloakórið aftur í ár jólakonsert í Siloa. Men hesuferð verður tað eitt sindur øðvísi, enn tað plagar at vera, tí coronatilmælini siga, at vit skulu ikki vera fleiri enn 100 fólk í Siloa. Kórið telur uml. 30 – so vit fáa ikki loyvt fleiri enn 70 fólkum inn afturat.
Tessvegnað hava vit avgjørt, at Sunnukvøldið tann 20. des. verða 2 konsertir í Siloa, tann fyrra kl 18.30 og tann seinna kl 20, og orsakað av corona støðuni verða fólk, ið ætla sær at koma, noydd at tekna seg.
Ringið ella sendið sms á tlf 281390, ið er tlf. hjá Gunnrið á Lakjuni. Sigið frá hvørja konsert tit ynskja at koma á og hvussu nógv, tit eru. Vit brúka ”først til mølle” prinsippið.
Bárður á Lakjuni verður eisini við á konsertini. Øll eru vælkomin, og sjálvandi er óneyðugt at siga, at konsertin er ókeypis.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur