Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Í høvusstaðnum Manila, har 13 milliónir fólk búgva: Tá eg fór úr bussinum lá ryggsekkurin eftir

Uttanlands | 18/12-2020 12:00
Alejadrino Duria Viacrucir, er frá Filipsoyggjum

Fólkini á bussstøðini høvdu einki samband við bussin, so har var einki at gera. Tey søgdu bara, at bussurin var aftur á sama steðgiplássi klokkan seks um kvøldið.

Gud er góður og neyðugur. Alejadrino Duria Viacrucir, er frá Filipsoyggjum, men hevur síðstu 11 árini siglt við ymiskum skipum í Europa. Tað hevur hann verið fegin um og trívist sum sjómaður, hóast hann er langt heimanífrá.
Einaferð, hann ferðaðist heim frá skipi og var komin til høvuðsstaðin, Manila, koyrdi hann í einum av mongu bussunum í býnum, sum hevur umleið tvær milliónir íbúgvar. Rokna vit nærliggjandi býlingar við, so eru tað umleið 13 milliónir fólk í Manila.

-Eg hevði viðførið hjá mær, harímillum ein ryggsekk við passinum, telduni og øllum siglingapappírum, sum geva mær loyvi at sigla í Europa og sum eru lykilin til arbeiðið sum sjómaður. Ryggsekkin hevði eg lagt upp á hilluna omanfyri har, eg sat, og hann lá tryggur har,- sigur Alejadrino.
-Klokkan átta á morgni fór eg út úr bussinum og hevði viðførið við mær. Tá einir fimm minuttir vóru farnir, gjørdist eg bæði kløkkur og bangin, tí tá fann eg útav, at ryggsekkurin lá eftir í bussinum, som tá var farin avstað, tí hann helt jú sína rutu. Tá vóru góð ráð dýr. Eg smágræt. Eg setti meg so í samband við felagið, sum hevði ábyrgd av bussunum.

Fólkini á bussstøðini høvdu einki samband við bussin, so har var einki at gera. Tey søgdu bara, at bussurin var aftur á sama steðgiplássi klokkan seks um kvøldið,- sigur hann.
-Eg bað inniliga til Guds um, at hann mátti verja ryggsekkin, so eingin stjól hann. Tað eru nógv góð fólk í Manila, men eisini nógv fátøk og nógvir tjóvar. Eg ringdi heim til konuna og segði sum var. Hon fór at gráta og gjørdist óttafull, tí mítt arbeiði var tengt at passinum og siglingarpappírunum. Eg bað hana biðja saman við mær til Guds um, at ryggsekkurin mátti vera liggjandi í bussinum,- sigur Alejadrino.

-Tað eru fáir dagar, har eg havi biðið so nógv til Guds, sum tann dagin, sum eisini kendist langur. Eg stóð sera spentur á busssteðgiplássinum í góðari tíð, áðrenn klokkan seks. Tá fólkini vóru komin út, fór eg inn í bussin og segði eftirlitsmanninum frá, at eg um morgunin hevði gloymt ein ryggsekk í bussinum. Hann fór aftur í bussin at hyggja og ryggsekkurin lá har.

Hann spurdi nógv og gjølla um, hvat var í sekkinum og bað um prógv, tí hann kundi ikki bara geva einum og hvørjum eitt gloymt viðføri. Eg segði sum var, at passið, teldan og siglingarpappírini lógu í. Hann hugdi í sekkin og sá, at tað var satt sum eg segði og rætti mær sekkin,- sigur hann.

-Gud skal hava æruna fyri, at ryggsekkurin ikki var stolin. Eg meti, at í minsta lagi 200 fólk høvdu ferðast við bussinum hesar 10 tímarnar, sekkurin hevði ligið í bussinum. Tá eg tann morgunin klokkan 08.05 oysti mítt hjarta út fyri Gudi, fekk eg eina vissu og ein frið í hjartað um, at Gud fór at hyggja eftir viðførinum, og so var – hóast eg var óttafullur gjøgnum dagin. Ja, Gud er góður og neyðugur!- sigur 38 ára gamli Alejadrino Duria Viacrucir.
Sjófólkunum verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

Soleiðis skrivar Føroysk Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi