Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

FRØÐI - heiðurskvøður til Jens-Kjeld Jensen úr øllum heiminum

Innanlands, Mentan | 24/12-2020 19:30

Eisini er grein um nøvn. Gamalt var, at eingin fekk fleiri enn eitt navn. Men í 18. øld tók seg líðandi upp siðurin at geva fleiri nøvn, í fyrstani oftast bara tvey nøvn. Sum frá leið fingu vit ymsar fólkanavnasiðir. Anfinnur Johansen hevur granskað í teimum ymisku navnasiðunum og hevur gjørt navnasamanberingar í 1851-55 og 1951-1955.

Nýtt Frøði er komið, og sum altíð við hópin av forvitnisligum greinum. Tað fer sjálvandi ikki aftur við borðinum, at ein av trúgvu høvundunum í Frøði, at Jens-Kjeld Jensen, í heyst fekk Norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Jens-Kjeld hevur sum fáur dugað at miðla eygleiðing, vitan og gransking og ikki minst at gera vart við avleiðingarnar, tað fær, tá ið vit gera okkum inn á natúrina. Tí er tað við virðing fyri viðurkenningini, at Sjúrður Hammer hesaferð skrivar um Jens-Kjeld og at vit somuleiðis geva rúm fyri heilsanum úr alskyns heraðshornum.

Í kjalarvørrinum á koronufarsóttini eru longu fleiri granskingarverkætlanir gjørdar og aðrar eru ávegis. Eina Eliasen skrivar grein um gransking, ið hon hevur gjørt av umstøðunum hjá teimum eldru í koronutíðini. Maria Skaalum Petersen hevur tikið saman um kanning, sum hon hevur staðið fyri um seinárin av koronu og sum var fíggja av P/f Krúnborg og Borgartún.

Bæði í 1923 og aftur í 2018 funnu fólk grøðiskeljar í fjøruni í fleiri bygdum. Talan er um skel av sepiahøgguslokki, sum ikki er vanligur um okkara leiðir. Jens-Kjeld Jensen skrivar um hesar merkisverdu eygleiðingar, har vit fáa at vita, at eisini í umleið 1850 lógu fólk í Føroyum inni við slíkum grøðiskelum.

Fyrsta stigið er nú tikið at hava umhvørviseftiransing á føroysku firðunum. Tað snýr seg um botndjórasamfelagið. Heidi S. Mortensen skrivar grein um verkætlan, har málið er at fáa umhvørviseftiransing, ið lýkur altjóða krøv.

Gamalt var, at eingin fekk fleiri enn eitt navn. Men í 18. øld tók seg líðandi upp siðurin at geva fleiri nøvn, í fyrstani oftast bara tvey nøvn. Sum frá leið fingu vit ymsar fólkanavnasiðir. Anfinnur Johansen hevur granskað í teimum ymisku navnasiðunum og hevur gjørt navnasamanberingar í 1851-55 og 1951-1955.

Óvist er, hvussu stóra ávirkan kettan í Føroyum hevur á smáfuglastovnin. Nógvir fuglar doyggja, áðrenn teir røkka kynsbúnan aldur. Diana Krossá Kongsbak skrivar grein um, hvat kortini kann gerast fyri at tálma veiðuni hjá kettu.

Vit hava hoyrt um hervilig ormaár, tá ið so nógv avkom av ormafirvaldi var í bø og haga, at seyður og neyt doyðu í hungri. Helgi Jacobsen hevur skrivað grein um hetta fyribrigdi. Hann setur árstøl á fleiri av teimum ringastu ormaárunum og letur sýslumenn og føroysku bløðini siga okkum, hvussu stóran skaða ormurin gjørdi.

Makrelur er heilsugóður fiskur, ið fólk fegin vilja hava á matarlepan. Men smáveran kudoa kann við sínari hjáveru órógva makrelrættin, ið tú hevði ætlað tær. Makrelurin gerst bleytur. Dánjal Petur Højgaard hevur kannað upprunan til kudoa og vísir á, at umrødda smávera eisini er í øðrum fiskasløgum.

Í seinastu greinini venda vit aftur til koronu, men nú snýr tað seg um kyn og bendingarhátt hjá innlæntum navnorðum sum t.d. koronu. Tað er Hjalmar P. Petersen, sum skrivar grein um hetta, og hann spyr, um formar sum koronain og koronaini er heilbregðin grammatikk, ella um hetta er fullkomin órøkt og snertur fyri føroyska mállæru.
Frøði er fyri øll, tí tað ber lesarum vísan lesnað í løttum hami.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi