Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggjársheilsan frá Bíbliufelagnum 2020

Átrúnaður | 02/01-2021 22:30

Jólini eru farin afturum, og vit siga nú farvæl til eitt ár og vælkomin til eitt nýtt. Hetta gevur høvi til at hyggja bæði aftur og fram í tíðina – at meta um farin avrik og umhugsa komandi ætlanir.

Tað, sum farið er, er farið! Vit kunna ikki broyta men læra av og taka virðismiklan førning við okkum inn í framtíðina. Guds orð er livandi, og í hesum samanhangi er gott at minnast orðini í Filippibrævinum 3,14 um, at lata tað liggja eftir, sum einans tyngir á ferðini. Hin vegin eru tað lívgandi at hava í huga orðini hjá Jeramia 29,11 við sær fram á leiðini: ”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.” Við hesum í huga, er øll grund til at gleðast tí bæði okkara fortíð og framtíð er fult og heilt fevnd av Guds náði og kærleika.
2020

Í 2018 fór Føroyska Bíbliufelagið frá at vera limafelag til stuðulsfelag, og hetta nýggja tilknýtið til Bíbliufelagið hevur veruliga prógvað sín týdning í 2020. Eitt er, at felagið í 2019 kom meira á tal við fólk kring landið, men tað stavnhaldið var í 2020 sera nógv skert av Korona sum so mangt annað.

Men í sambandi við innsavningarátakið í november til nýggju bíbliuumsetingina, kann sanniliga sigast, at stuðlarnir av álvara hava prógvað nýggju heitið. Tann undirtøkan, sum Føroya fólk kring alt landið og úr øllum kirkjum og samkomum hevur víst, er langt omanfyri tað, sum vit høvdu væntað og vónað. Stóra tøkk øll somul og takk Gud fyri gevaralyndið í okkara fólki!

Í fjør komu vit ikki út við nakrari útgávu men í ár eru tvær útgávur at fegnast um. Tann fyrra bókin var «Guds undurfullu orð», har vit eisini gjørdu ein lýsingarfilm, sum liggur á heimasíðu og Facebook-síðuni hjá Bíbliufelagnum. Seinna bókin kom út í vikuni upp til jóla, og er hetta upprunaføroyska bókin «Skaparaverkið», sum Marta A. Dalsgaard hevur teknað og sett orð til.

Tað stóra takið er framvegis nýggja umsetingin av allari Bíbliuni, sum Hans Jacob Joensen hevur latið Bíbliufelagnum. Við sera góðu undirtøkuni, hava vit góðar vónir at náa á mál innan heilt fá ár, men tað er framvegis tørvur á dyggum stuðli á øllum økjum fyri at náa hesum.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum, sum ætlandi fer at koma út í 2021, gongu eisini væl. Her ynskir felagið at koma út við eini app, har upplestur fylgir við.

Takk Føroya fólk!

Tað eru nógv, ið við gávum, forbøn og hjálp av ymsum slagi, rætta Bíbliufelagnum hond. Øllum tykkum vilja vit bera eina hjartans tøkk og ynskja Guds ríku signing.

Føroyska Bíbliufelagið ynskir tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi