Tiltak á Tinghúsvøllinum í morgin
Í samband við at løgtingið í komandi viku fer at hava triðju viðgerð av hjúnabandslógini verður tiltak á Tinghúsvøllinum leygardagin 27. mai klokkan 13.
Fyrireikararnir siga í einum tíðindaskrivi, at endamálið við tiltakinum er at vísa Føroya løgtingi teirra støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini.
“Vit vilja soleiðis vísa, at vit eru samd við Føroya biskupi, tá ið hann sigur: “ Biskupur er í síni trúgv gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu”,” siga fyrireikararnir.
Tiltakið byrjar við sálminum “Boðar tú til allar tjóðir,” og síðani verður kunnað um tiltakið. Tiltakið endar við, at “Faðir Vár” verður biðið í felag, og síðani verður tjóðsangurin sungin.
Fyrireikararnir, ið umboða kirkjur og samkomur í Føroyum vóna, at fólk møta fjølment!
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur