Innihaldsleyst møsn í Sjónvarp Føroya
Tað er ófatiligt at Sjónvarp Føroya skal vera so ússaligt, at teir biðja tveir menn við sama politiska liti koma inn í sjónvarpsstovuna at oysa sítt ússaliga tilfar út til lurtaran. Hvussu ber tað til at hvørki Sjúrður Skaale ella Rógvi Absalonsen koma inn til veruligu kjarnuna hví amerikanska fólkið er so uppreitt ? Mann skuldi kortini trúð at verturin var eitt sindur meiri til at sær komin. Men høvuðssakin varð ongantíð nortin. Tað hevur verið skrivað upp og niður um valsvik í nógvum av statunum og serstakliga av sokallaðu svingstatunum.
Allir tríggir sum ein áttu at tikið upp orsøkina til stóru misnøgdina, sum kemur til sjóndar í meiniga fólkinum. Eingin, vónandi eingin tekur undir við harðskapi av nøkrum slagi, men nú er allur heimurin á gosi um tað sum hendi í gjárkvøldið í Washington. Men hvar vóru øll mótmælini í 2020 tá BLM og Antifa østu alt Amerika upp, teir brendu bilar, rændu handlar, brendu byggningar og drupu óskyldug fólk, meðan komministsku demokratarnir ikki so frægt sum skoyttu eftir tí, men vóru tigandi. Annars vóru allar ”Trump-fylkingar” tey síðstu 4 árini avgreiddar uttan yvirgang, tað er veruleiki.
Rógvi Absalonsen snakkaði um eina taðing sum var farin fram síðstu 4 árini, og tað var henda taðing sum skuldi havt øst fólkið upp, alt meðan Sjúrður sat og nikkaði samtykkjandi. Eru teir púra blottaðir fyri sjálvkritikk ? Halda teir veruliga at lurtarin er skítbýttur ? Hava teir slett ikki sett seg inn á ta ómetaligu tilfarsrúgvu av sannførandi prógvum um eitt øðiligt valsvik sum dómstólarnir ikki tordu at taka upp, valsvik um broting í systeminum, valsvik við goymdum atkvøðum sum brádliga komu til sjóndar á miðjari nátt (tað er staðfest við upptøku), valsvik við uppteljingarmaskinum o.s.fr. Tað er væl skjalfest, men rættarskipanin í USA er korrupt.
Vit lurtarar brýggja okkum als ikki um at lurta eftir slíkum innihaldsleysum møsni, vit gjalda í dýrum dómum fyri alment fíggjaða miðilin. Men fólkið er uppøst um, at teirra atkvøða er farin til spillis. Stalin segði einaferð: ”Tað hevur einki at týða hvør velur, men tað er av týdningi hvør telur atkvøðurnar.” Og tað er júst sakin og kjarnin. Eitt ovurhonds valsvik er farið fram, og tað hevði sømt seg fyri hasar báðar ”serfrøðingarnar” at komið eitt sindur inn á kjarnina.
Fyri tann sum vil vita sannleikan um valsvikið og korruptiónina skal geva sær stundir í 12 minuttir at lurta eftir hesum videobroti við Mark Levin. https://www.youtube.com/watch.
Soleiðis skrivar Victor á Lakjuni á Facebook.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Petur Oluf Hansen - pionerur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Kokkurin er færeyingur

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Is Fake News a Myth?

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Sjey nýggir býráðslimir

Louisa 30 ára starvsdag

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











