Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eldri og heilsuveik næst í røðini

Heilsa, Tíðindaskriv | 08/01-2021 10:34

Nú gongur tað tvær ferðir so skjótt at koppseta fyri koronu, sum tað upprunaliga var roknað við, og tí verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku. Fyrsta sendingin av koronuvaksinu fór til koppseting av heilsu- og røktarstarvsfólki, sum eru í størst smittuvanda, og tískil verða tey, sum hesi starvsfólkini eru um, eisini vard

Koppsetingarætlanin er nú broytt soleiðis, at tað ikki longur er neyðugt eisini at goyma ein skamt til næsta koppsetingarumfar, so hvørt sum føroyingar verða koppsettir fyri koronu.

Tað merkir, at tað nú gongur meira enn tvær ferðir so skjótt at koppseta í Føroyum, enn tað upprunaliga var roknað við.

Tí verður farið undir at koppseta eldri og heilsuveik fólk longu í næstu viku, tá næsti kassin av Tozinameran-vaksinuni hjá Pfizer/BioNTech kemur til landið. Nærri kunning um hvussu fólk fáa boð um koppsetingina, kemur í næstu viku.

Byrjað var við koppseting av heilsu- og røktarstarvsfólki í fremstu røð – tey í størst smittuvanda – samsvarandi koppsetingarætlanini hjá vaksinubólkinum. Og í heilsuverkinum eru tey ivaleys um, at hetta hevur verið ein skynsamur og rættur leistur.

Hugsanin aftanfyri hesa raðfestingina er, at við at koppseta heilsustarvsfólk í fremstu røð fyrst, verður ein ringur lagdur um tey veikastu fólkini, sum tískil eisini verða betur vard, til tey sjálv kunnu koppsetast. Og tað er hesin parturin av koppsetingarætlanini – stig 2 – sum nú kann byrja longu í næstu viku.

Pfizer/BioNTech mælir til, at koppsett verður aftur tríggjar vikur eftir fyrstu koppsetingina við teirra vaksinu. Og av tí at tað í fyrstani valdaði óvissa um, hvussu støðug veitingin fór at verða, varð lagt upp fyri hesum við at goyma ein skamt til næsta umfar, hvørja ferð koppsett var.

Men nú hevur landsapotekarin fingið vissu fyri, at vaksina altíð verður tøk til næsta koppsetingarumfar, og tí er ikki longur neyðugt at goyma skamtar til tað endamálið.

Harafturat hevur tað víst seg at vera væl meira í vaksinugløsunum enn tað, sum Pfizer/BioNTech hevði upplýst. Hetta merkir, at tað í hvørjum kassa er nóg mikið av vaksinu til gott 1.200 fólk og ikki 975, sum upplýst var.

Ætlanin fyri koppsetingini í stig 2 sær soleiðis út:

  • Fólk á ellis- og røktarheimum ella øðrum røktarbústaði.
  • Fólk í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við koronu. Hetta kunnu vera fólk, ið hava aðrar álvarsligar sjúkur, ið verða viðgjørdar á sjúkrahúsi. Sjúklingarnir verða valdir út í samráð við teir sjúkrahúslæknar, sum hava ábyrgdina av viðgerðini. Eisini fer at standa avvarðandi, sum hesir sjúklingar eru serliga bundnir at, í boði at verða koppsett.
  • Fólk, ið hava fylt 65 ár, ið fáa persónliga røkt og hjálp við tí praktiska.
  • Fólk, ið hava fylt 85 ár.
  • Starvsfólk í útvaldum pørtum av almenna geiranum, sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað, ella sum hava serliga ábyrgd.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi