Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hoyfepur

Heilsa | 26/05-2017 09:34

Talið av fólki, sum hava hoyfepur, hevur verið nógv vaksandi tey seinastu árini. Tað er galdandi fyri bæði børn og ung. Hoyfebur kann viðførða niðursetta lívsgóðsku og sjúkrafráveru og er ofta sambundin við astma og matvøruovurviðkvæmi

Nógv fólk hava hoyfepur, men tað eru ikki øll, sum vita tað. Viðhvørt verða sjúkueyðkennini av ávikavist hoyfepuri og krími blandað saman.

Sjúkueyðkennini av hoyfepuri kunnu vera ymisk frá persóni til persón, eisini hvussu nógv tað órógvar tann einstaka, og í hvussu langa tíð eyðkennini plága hin einstaka. Hjá nógvum hevur hoyfepur eina keðiliga ávirkan á tað ”sosiala”, skúlan og arbeiðslívið. Sleppast kann undan hesum, tí tey flestu, ið hava hoyfepur, hava møguleika fyri at liva eitt vanligt lív uttan teir stóru trupulleikarnar - við  tí røttu viðgerðini og vitanini um sjúkuna.

Hvat er hoyfepur?

Hoyfebur, sum eisini verður nevndur allergisk rhinitis, er tá ið ein er ovurviðkvæmur fyri eitt nú pollen (blómusáð) og kann tí verða treyta av árstíðuni. Tað eru nógv ymisk sløg av pollen, men í Føroyum er tað gras-pollen, sum er orsøk til hoyfepur hjá fólki.   

Hoyfebur kann eisini standast av innandura andelvi sum t.d. djórahárum, dustmottum ella blámusoppi og kann tí geva sjúkueyðkenni alt árið.

Ofta kann, sum sagt, vera torført at kenna mun á, nær talan er um hoyfepur ella krím. 

Sjúkueyðkenni av hoyfepuri eru:

·        Eygu: Reyð, skriði, rennur úr teimum, eru viðkvæmari fyri ljósi, eygnalokini og slímhinnan í eygunum hovna.

·        Nøs: Tipt, nasaútflotið  klárt, skriði, nýsur ofta.

Er talan um krím, er nasaútflotið tjúkt, óklárt, gult og onkuntíð febur. Viðkomandi nýsur bert av og á, og eyðkennini vara sjáldan meira enn 1 viku.

Góð ráð alt eftir, hvørjum tú er ovurviðkvom/ovurviðkvæmur fyri

-Finn ta røttu heilivágsviðgerðina til júst tín
-Lat onkran annan sláa grasvøllin
-Sov ikki við opnum vindeyga
-Lat vindeygu aftur, tá nógv grassáð er í luftini
-Nýt sólbrillur, tá tú er úti
-Vaska ella skola hárið, áðrenn tú fer í song fyri at fáa pollen úr hárinum
-Hav vindeygu aftur, meðan koyrt verður í bili
-Heingj ikki vaskiklæðini út á snórin, tá ið nógv grassáð er í luftini
-Innrætta bústaðin væl (eingi teppir ella annað, ið elvir til dust)
-Dustsúgvið ofta og ger javnan reint
-Ongi pelsdjór
-Skola eyguni og nøsina í isotoniskum saltvatni, um tú hevur verið, har pollen er
-Sjúkueyðkennini kunnu gerast verri, um tú eitt nú er, har tubbaksroykur er, os frá stearinljósi, parfuma, roykur frá báli - avmarka tí hetta  


Á apotekinum eru útbúgvin starvsfólk altíð tilreiðar at kunna og hjálpa tær, skuldi tú havt fyrispurningar um hoyfepur og viðgerðina.

Kelda: Tíðindaskriv frá Apoteksverki Føroya www.apotek.fo


Lagt út: Hansa Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi