Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión
Ein ovurhonds stór nøgd av havdjórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og kava niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/rándjórum, tá sólin setir. Um okkara leiðir er hesin mesopelagiski biomassi umboðaður av t.d. stórum djóraæti, krill, rækjum, prikkafiski og lakssild.
Slík djór “síggjast” við ekkoloddi og øðrum akustiskum tólum. Við akustiskum streymmátarum, ið standa á stórum dýpi og máta upp gjøgnum vatnsúluna, hevur Havstovan (fyrr Fiskirannsóknarstovan) seinastu 25 árini mátað heitu og køldu streymarnar fram við Føroyum. Sum fyrsta kanning av sínum slag, hava vit brúkt hesar streymmátarar sum ekkolodd, ið, máta frá botni og upp. Úrslitini standa at lesa í nýggju greinini Vertical migration of pelagic and mesopelagic biomass from ADCP backscatter data in the southern Norwegian Sea, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science.
Millum annað síggja vit týðiliga, at mesopelagiski biomassin fer niður í dýpið umleið 1-2 tímar áðrenn sólin rísur, har ein stórur partur av djórunum “krógva seg” í ísakøldum sjógvi beint undir heitu Atlantisku streymunum. Hesin biomassi kemur so upp aftur móti vatnskorpuni umleið 1-2 tímar eftir sólsetur.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Kokkurin er færeyingur

Is Fake News a Myth?

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

Dúvugarðar

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Sjey nýggir býráðslimir

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

HOLOCAUST MINNINGARHALD
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











