Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina
Seinasta árið hevur verið arbeitt við at seta á stovn ein miðil til ungdóm í Føroyum, og í dag er løtan komin, har nýggi miðilin er farin í luftina. Tað er Kringvarp Føroya, sum varðar av nýggja miðlinum, sum hevur fingið heitið Biit.
Biit er eitt felags forum fyri føroyskan ungdóm, har til ber at finna originalt og gott tilfar um eitt ættarlið, sum annars ikki er til staðar í miðlamyndini. Eitt stað, har ung kunnu síggjast, hoyrast og skapa tilfar. Eitt stað, sum skapar pláss og møguleikar.
Biit verður rikið av 15 spyrjandi ungdómum, sum koma úr øllum Føroyum. Tey eru millum 15 og 25 ár. Tað eru eisini hesi ungu, sum framleiða alt tað tilfar, sum er at finna á Biit. Talan er um poddvarpar, video og greinar. Tilfarið skal upplýsa, undirhalda og eggja til kjak. Einki evni er ov lítið og einki ov stórt.
- Vit eru sera fegin um og ikki minst errin av nýggja ungdómsmiðlinum. Hesi ungu hava arbeitt leingi og hart, og hetta er teirra miðil. Tað er við stórum spenningi, at vit nú kunnu loyva ungdóminum framat og geva teimum ungu eitt pláss í føroysku miðlamyndini. Kappingin um miðlabrúkaran er gróthørð, tí stóru altjóða stroymingartænasturnar varpa so nógv tilfar inn á føroyska økið. Tí er alneyðugt við einum føroyskum public service-tilboði, sum eggjar teimum ungu at kjakast um viðurskifti úr teirra gerandisdegi, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya.
- Tey ungu mugu sleppa at liva í síni samtíð og framleiða miðlatilfar, sum tey kenna seg aftur í og halda vera áhugavert. Sum stovnur miða vit eftir at framleiða dygdargott miðlatilfar til ung, sum fevnir um alt frá tí absurda til tað seriøsa. Tað hevur samfelagsligan týdning fyri bæði mál og mentan, at ung framleiða miðlatilfar til ung á føroyskum, og at ung verða tikin í álvara, sigur Kári Sólstein, leiðari á Mentan.
Biit.fo er í fyrstu atløgu sniðgjørd einans til at verða vitjað á fartelefonini. Harumframt er Biit sjálvandi eisini at finna á sosialu miðlunum.
Mest lisið í farnu viku

Hanus í ‘hábergskari’ haturshálku

UDB í Vági meira opið

Bóndi fingið 34 deyðshóttanir frá "Veganistum"

Fótbóltsending á Radio.fo

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Vestas vísir fram heimsins størstu vindmyllu

Jólapakkarnir gleða og stimbra - sjálvt í februar

HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbóltssending á Radio.fo

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 21. februar 2021

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Kafé Keldan - Fosturtøka, hví ikki?

Fyrsti túrur darvaður av veðri

Bankaræning skal steðgast

Hátíðarhald á Lambareiði

Henny skipar fyri ListaMelduri

Ljós at hóma á Tingi

Niðursetumenn á Morskranesi

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Grundstykkir við Myllá í Norðragøtu til sølu

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Sjónband: Ein nýggj byrjan
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











