Smáligur fiskiskapur
-Fiskiskapurin hevur verið smáligur, tí vit hava roynt í átta dagar og hava 300 kør, sum er umleið 75 tons. Vit hava roynt á Munkagrunninum og meginparturin er stórur upsi og so er nakað av toski og longu,- Tað sigur 23 ára gamli stýrimaðurin á Baki, Pætur M. Leo. Teir samtrola við Stelk.
-Fiskiskapurin hjá samtrolarunum er vánaligur, hóast onkur fær okkurt gott hál av og á, og okkurt parið ger onkran góðan túr við hvørt. Kortini er tað langt síðani tað var góður samanhangandi upsafiskiskapur, sigur hann.
-Vit skulu sláa eitt nýtt trol undir seinnapartin og so er ætlannin at fara avstað aftur í kvøld. Trolið er slitið og so skræddu vit síðsta sleipið, so nú skifta vit trolið. Tað nýggja er púra klárt at hála umborð. Tað einasta vit nýta aftur av gamla trolinum er millumstikkið og posin, sigur Pætur.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun tá teir landaðu til Faroe Origin í Runavík.
Kelda: facebook.com/sjomansmissionin
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur