Byggja borðbátar við toli
Tolin trívst, sigur orðatakið. Og tað er nakað um tað, halda teir - teir eru bara menn - sum í vetur hava gingið á skeiði at byggja borðbátar á Tórshavnar Kvøldskúla.
- Okkum dámar at sita og putlast, siga teir báðir Herfinn Seloy (55) og Janus Isaksen (76), sum eru tveir av hugagóðu næmingunum.
Tilgongdin frá tanka til úrslit er stundum long. Tolin trívst. Alt byrjar á tekniborðinum. Amboð, mátingar og strikur. Og tol. Nógv og gott tol, tí neyvleikin er avgerandi, skal úrslitið gerast gott.
Og snøgt er tað. Handverkið, sum í ógvuliga stóran mun er evnað og virkað til við hond, uttan hjálp frá tólum og maskinum. Handalagnum, hugflognum og kreativitetinum bilar einki.
- Tað er áhugin, sum drívur verkið og sosiali felagsskapurin, tí her er gott at vera, sigur Herfinn Seloy.
Teir hugna sær og práta á verkstaðnum í Eysturskúlanum, har teir halda til. Prika eitt sindur til hvønn annan í einum skemtiligum tóna, sum altíð er vælmeinandi. Tað hava teir gjørt hvørt mikukvøld í vetur.
Og teir møta trúliga. Men hetta kvøldið, tá ið vit eru á vitjan, eru teir bara tveir. At teir ikki eru fleiri hevur tvinnar orsøkir, sigur Andrass Joensen, undirvísari. Onnur er, at onkur teirra, sum tekur lut á skeiðnum, er útisiglari og tískil er burtur ein part av árinum. Hin er, at koronafarsóttin krevur, at menn skulu í sóttarhald, tá ið teir endiliga eru í landi. Tí berst frá hjá summum at møta.
Men hugagóðir eru teir, sum møta, sigur Andrass Joensen, ið sjálvur hevur undirvíst og lagt næmingum lag á í fleiri ár.
Janus Isaksen er millum teir royndu menninar og hevur tikið lut á skeiðnum áður. Hugurin er framvegis líka góður, sigur hann og vísir erpin fram meistarverkið, bátin við navninum Coronet, KG375, við heimstaði í Klaksvík, hiðani Janus er ættaður.
Bátin er hann sera góður við. Og hevur putlast leingi við hann. Og hann riggar væl, sigur Janus, sum longu hevur flotað bátin fleiri ferðir.
Nú eru nýggir bátar í gerð á verkstaðnum. Og skulu vit trúgva luttakarunum, er talan neyvan um teir seinastu.
Livst so spyrst.
Les meira á heimasíðuni kvoldskulin.fo ella á síðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla á Facebook.
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Rætturin at verða gloymdur

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Kykir rekamenn

Slagið er gott, men nøgdin ov lítil

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

Trivnaðarsamskipari er settur

City Church Tórshavn

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Skonnartin Norðlýsið skjótt klár aftur aftan á umfatandi umvæling

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini

Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni

Peer Bentzen stjóri í Nemlia

Røða, í sambandi við SkúlaFM í íverksetan

Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt

Næmingar vitjaðu borgarstjóran

Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











