Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Allur bygnaðurin hjá SEV eftirmetast

Politikkur, Vinnulív | 19/02-2021 22:32

Á aðalfundinum hjá SEV í dag varð uppskot lagt fram um at eftirmeta allan bygnaðin hjá SEV. Heðin Mortensen byrjaði aðalfundin við at greiða frá, at Torbjørn Jacobsen og hann vegna kommunurnar, og sum formansskapur í Kommunufelagnum, hava lagt fram uppskot fyri aðalfundin um at eftirmeta bygnaðin hjá orkufelagnum SEV.

Ítøkiliga mæla teir til, at eftirmetingin verður fyriskipað av einum bólki við 5 borgarstjórum, umframt nýggja nevndarformanninum í SEV, Kára Johansen.

Heðin Mortensen segði, at tað er eingin loyna, at SEV seinnu árini í fleiri umførum hevur verið fyri ákoyringum. Í nógvum førum kanska av órøttum, men aðrar tíðir kanska av røttum. Tó heldur hann, at leiðsla og starvsfólk hava gjørt eitt megnar arbeiði, og eftirmetingin er tí ikki ein beinleiðis kritikkur av teimum.

Hann vísti á, at samfelagið er nógv broytt seinnu árini, og serliga innan orkuøkið hevur broytingin verið stór. Hinvegin er bygnaðurin hjá SEV ikki broyttur nakað stórvegis, og hetta hevur eisini verið ein av høvuðsatfinningunum móti SEV.

Bæði landspolitiskt og í miðfyrisitingini hevur mann í fleiri umførum ætlað sær at gjørt grundleggjandi broytingar viðvíkjandi SEV. Enntá hava beinleiðis ætlanir verið um at ognartaka SEV. Innanhýsis hava eisini verið ætlanir um at broyta bygnaðin, millum annað við at fáa størri fakligheit inn í nevndina í SEV.

Heðin Mortensen segði, at bólkurin má taka henda kritikk til eftirtektar, tí mugu eigararnir skjótast  fáa í lag eina skipaða eftirmeting av bygnaðinum í SEV.   

At so hesin leisturin varð valdur stendst av, at fult gjøgnumskygni og opinleiki skal vera um eftirmetingina. Øll ynskja, at SEV skal verða ein vælvirkandi stovnur, sum allir føroyingar umvegis kommunurnar eiga, ein stovnur, hvørs endamál framhaldandi verður at veita øllum landsins borgarum orku á einum tryggum og samhaldsføstum grundarlagi.

Heðin Mortensen segði, at full undirtøka er fyri hesi ætlan í stýrinum í Kommunufelagnum, sum umboðar allar landsins kommunur. Uppskotið um nýggjan bygnað verður lagt fram á eykaaðalfundi seinri í ár. 5 borgarstjórar og nevndarformaðurin fyri SEV manna sum sagt eftirmetingarbólkin, sum sjálvur tilevnar arbeiðssetningin og útvegar sær neyðugan førleika fyri at røkka skilabesta úrslitinum.

Borgarstjórarnir í eftirmetingarbólkurin eru Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna, Karl H. Johansen, Klaksvíkar kommuna, Torbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna, Bjarni Prior, Vága kommuna og Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna.

Formansskapurin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi