Ískoyti til kringvarp-prát um eldraøkið
Tað er týdningarmikið, at evnið afturvendandi verður viðgjørt, eins og við øðrum vælferðarøkjum. Tó vóru viðurskifti eg saknaði.
Alla mína tíð sum forkvinna á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu, varpaði eg ljós á, at tilboðið til Heilsuskúlan ikki var nøktandi við atliti til at fáa so nógv ígjøgnum, sum ynskiligt var.
Hevði tá ynskt størri undirtøku, bæði frá Kommunufelagi og politikarum, sum heild.
Og nú verður aftur tosað um manglandi fakleikan, uttan at umrøða skúlan.
Vildi man útjaðaramenning ella vildi man eldraøkið?
Hagtøl siga, at hesi viðurskifti ikki spældu saman.
Hetta átti at verið ein av stóru spurningunum í Kringvarpinum í kvøld.
---
Onnur viðurskifti eru, at vit í Føroyum hava o.u. tredivu procent av teim eldru yvir áttati á ellisheimi, meðan tað í grannalondum okkara er talan um tjúgu procent.
Tí tilboðið/økið hjá okkum ikki er dagført. Millumloysnirnar, áðrenn ellisheim, so sum røktarbústaðir, eldraíbúðir og líknandi eru nústani settar á skrá at fáa rúmd sum býarbygging.
Loysnir, sum tey eldru ynskja, og sum hava heilt øðrvísi rakstur enn ellisheim.
Vónandi kemur ferð á hesa bústaðartilgongd.
Triðja er fyribyrgjan. Altso virkisføri við tí fyri eyga at betra um og varðveita góða heilsu- og førleikastøðu hjá fólki.
Her eigur at verða alment og samfelagsgagnligt orðaskifti um fyribrigdi og í hvønn mun hetta skal verða alment og/ella í hvønn mun hetta skal verða privat.
Eins og tað í heilsuverkinum eisini verður tosað um fyribyrgjan og varpað ljós á atferð í samband við sjúkutilgongdir.
Win-win støður, sum viðføra betri heilsustøður og betri lívsdygd hjá fólki, samstundis sum almennu útreiðslurnar minka.
Í Kringvarpinum varð eisini komið inn á starvsfólkatrivnað á eldraøkinum – sum í sjálvum sær er ein týðandi partur í at trekkja fólk til økið og fáa tey at støðast. Miðvíst arbeiði eigur at gerast fyri at menna henda partin og skipa hann leiðsluliga soleiðis, at umsiting og starvsfólk í felag og samráði menna økið.
Fyri at røkka hesum krevst politisk semja, leiðsluvitan, eldhugi og dugnasemi.
Við vón um framgongd.
Bergun Kass, fyrrverandi forkvinna á eldraøkinum.
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Rætturin at verða gloymdur

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Kykir rekamenn

Slagið er gott, men nøgdin ov lítil

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

Trivnaðarsamskipari er settur

City Church Tórshavn

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Skonnartin Norðlýsið skjótt klár aftur aftan á umfatandi umvæling

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini

Lesiringur: Góðir lesivanar og hugni

Peer Bentzen stjóri í Nemlia

Røða, í sambandi við SkúlaFM í íverksetan

Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt

Næmingar vitjaðu borgarstjóran

Johan Dahl hevur fingið svar um Talgilda Samleikan og peningastovnar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











