Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Lýsing
Lýsing

Veðurlagslóg fyri løgtingið nú

Politikkur | 26/02-2021 15:07

Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm hava latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um veðurlagslóg. Við eini veðurlagslóg seta vit okkum bindandi mál á umhvørvisøkinum, og vit noyða landsstýrið til at taka støðu til útlátið á hvørjum ári, siga uppskotssetararnir.  

Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum Veðurlagspolitikk Føroya. Ætlanin var at minka útlátið við 20 % áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. 31. desember 2020 gekk hesin veðurlagspolitikkurin út, og málini, ið vórðu sett í 2009, vóru ikki rokkin. Tvørturímóti er útlátið økt við 60 % í mun til ásetingarnar í Veðurlagspolitikkinum. Nú vilja Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm hava, at ein nýggjur veðurlagspolitikkur gerast, og at hann skal gerast í eini veðurlagslóg. 

- Neyðugt er við einum bindandi politikki, tað vil siga eini lóg, og virkisætlanum, ið vísa leiðina. Tí vilja vit hava eina veðurlagslóg, siga uppskotssetararnir í viðmerkingunum. 

Við eini veðurlagslóg verða veðurlagsmál Føroya lógarásett. Hetta hevur við sær, at eitthvørt landsstýri má fyrihalda seg til veðurlagsmálini. Endamálið við eini slíkari veðurlagslóg er, at útlátið av veðurlagsgassum skal skerjast. Í lógini verður sett eitt mál, ið løgtingið og landsstýrið setur sær fyri at røkka innan eitt ásett tíðarskeið. 

- Veðurlagspolitikkur tekur tíð. Tí er umráðandi at tryggja sær, at arbeiði gongur rættan veg ár um ár. Hetta kann gerast við at seta eina grein inn í lógina, ið ásetur, at virkisætlanirnar hvørt ár verða eftirmettar og tillagaðar, um tað vísir seg at vera neyðugt, og at eftirmetingin verður løgd fram á aðalorðaskifti í løgtinginum, siga tingkvinnurnar. 

Tær vísa eisini á, at ein veðurlagslóg í sjálvum sær ikki loysir trupulleikan, men at lógin setir karmarnar fyri málunum. 

- Við eini veðurlagslóg verður málið um skerjing bindandi í tann mun, at tað ikki kann skúgvast til viks, eins og eitt nú undanfarna mál í Veðurlagspolitikki Føroya frá 2009. Við at áseta eitt mál fyri skerjingini av vakstrarhúsgassum í lóg krevst, at sitandi landsstýri tekur støðu til tað. Hetta kann gerast við at seta politisk átøk í verk, ið eru í tráð við málið, ella við at avtaka ella broyta lóggávuna. Tað fer ikki at bera til at lata sum onki, tí avgerðir skulu takast í mun til útlátið av vakstrarhúsgassum á hvørjum ári, siga Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnur fyri ávikavist Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. 

Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku, og uppskotssetararnir vænta, at tað eru góðir møguleikar fyri at fáa allar flokkar at taka undir við tí.  


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!
Tá prestur varð avbrotin á prædikastóli­num av vitnisburði
Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka
Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%
Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja 
18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum
Afturkalling av kostískoyti
Merki vundið á stong í Ísrael
Bilurin handaður vinnaranum
Kambur farin á sín fjórða túr
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021
Húsarhald­ini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku
Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarfor­maður hjá Magn
Missións­arbeiðið í Leirvík 100 ár
Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni
Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50
SuSvim Open byrjar í morgin
Tøkk
Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar
Tobbi aftur á tingi
Vega- og gøtunøvn í Runavík
Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at
Tekning til familjulegur 2021
Nýtt súkklu- og triathlon­felag stovnað á Skálafjørðinum
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
EvR
Á Torginum 1. des. 2020 - Samrøða: Gunnleyg og Victor Dánjalsson (uppt. 2012)
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Borghild Ellefsen
Vespureiðrið
Vespureiðrið (162) - 30. nov. 2020
EvR
Kelduvaðið 29. nov. 2020: John í Skemmuni "Myndugleiki og fyriskipa­nir í Skriftini"
Nýggjastu tíðindi