Hvørjar lærugreinir skulu vera í skúlanum?
Tá ið broytingarnar við lærugreinum og tímatali eru blivnar gjørdar, hevur tað sjálvsagt verið gjørt í góðari meining. Endamálið hevur verið at veita eitt betri tilboð og at lyfta fakliga stigið. Tó tykist tað viðhvørt heldur tilvildarligt, hvussu farið verður fram. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar 26. februar 2021.
Síðstu 10-15 árini er vikutímatalið í fólkaskúlanum hækkað. Í byrjanardeildini er tað hækkað munandi, og í 4. fl. bleiv enskt nýggj lærugrein við tveimum tímum um vikuna fyrst í hesari øldini. Hyggja vit so longri upp í skipanina, eru eisini fleiri tímar settir inn har. Í 7., 8. og 9. fl. er samfelagsfrøði nýggj lærugrein við tveimum tímum um vikuna til hvønn árgang. Alis-/evnafrøði er eisini farið úr tveimum upp í tríggjar tímar um vikuna í 8. og 9. fl. Aftur at hesum kann eisini nevnast, at týskt aftur er blivið krav á hugbreyt á miðnámi, og tað ger, at nógv fleiri næmingar í 8. og 9. fl. aftur velja týskt. Týskt er 4 tímar um vikuna.
Les meira her: http://skulabladid.fo
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur