Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tríggir flokkar – Yes!

Innanlands | 03/03-2021 14:15

Nú eru tríggir flokkar á Kvøldskúlanum, har undirvíst verður fyri útlendingum í føroyskum máli og føroyaskari mentan.

Bergljót av Skarði, sum annars hevur verið álitið í undirvísingini fyri útlendingum á Kvøldskúlanum í mong Harrans ár, er framvegis tøk hjá Kvøldskúlanum til ávísar uppgávur.

Bergljót vitjaði á skúlanum nú ein dagin og skrivaði í einum bloggi, at tað er so hugfarsligt, at lærugreinin "Føroyskt sum annað mál" (FSA) trívist og veksur.

Helena Dam á Neystabø frá Mentamálaráðnum hevur arbeitt og arbeiðir við próvtøkum til hesa lærugrein í fyrimyndarligum samstarvi við Katrin E.L.Jacobsen, sum hevur royndir á økinum úr Danmark. Somuleiðis er arbeiði sett í gongd at gera bøkurnar hjá Bergljót (Vælkomin, Viti) meiri brúkaravinarligar við upplestri og fleiri uppgávum.

- Kvøldskúlin hevur miðvíst arbeitt við hesum evni í nógv ár. Samstarvspartnarar hava ofta verið lunkaðir, nógvir fundir, ráðstevnur og skeið hava verið. Nógvir teldupostar eru sendir til MMR, játtanir og grundgevingar. Men tolin trívst og treiskin vinnur, sigur orðatakið.

- Nú í 2021 er tað politiskt korrekt at tosa um málundirvísing sum part av integratión. Samstarvspartnarar, Reyði krossur, integratiónsprestur koma á gátt og bjóða sínar tænastur, MMR veitir játtan, skeið hevur verið í CEFR, skrivar Bergljót.

Í vikuni var ph.d. ritgerð løgd fram um málsligan ójavnað og forðingar fyri útlendingar á arbeiðsplássum. Sumt er broytt og annað er í broyting. Mál er vald, at hava orðið í síni makt er vald. Um málið verður tikið frá tær, minkar tú sum menniskja. Tú skapar ójavnað, og varðveitir ójavnað, um tú forðar fólki í at tala og siga sína meining og taka lut í samfelagnum. 

- Nú eru tríggir flokkar. Jóna og Vár eru lærarar í tí nýggja flokkinum. Fólk úr øllum heiminum hava funnið veg í J.H. Schrøtersgøtu. Úr USA, Brasil, Filipsoyggjum, Jordan, Turkalandi og øðrum londum.

- "Upptøkuroynd" var, visitatión, og spennandi er at fylgja við, hvørjum støði flokkarnir eru á, CEFR hevur jú síni støði og stig. Vit eru á veg! Alt tekur tíð, vit eru komin væl í gongd, haldi eg. Úrslitið sæst um nøkur ár.

Bergljót stakk inn á gólvið hjá Petru, sum hevur millumflokkin, altíð deiligt at hitta eldsálirnar. Tær sungu "Sjeikin" hjá NALJU. Hon elsar lagið, sum kann syngjast ordiliga hart!

Og síðani inn til Annu Marjuna, tosaðu um, at nú eru tær 4 lærarar, nóg nógvar til at skipa lærarafund. Eitt so frálíkt hugskot, sjálvandi skula tær tosa sínamillum um støðið í teimum ymsu flokkunum, um onkur næmingur skal hava serligt ansni, um tilfar, læna hvørjari aðrari heimagjørt tilfar osfr.

- Enn er nógv eftir at gera. Til dømis manglar tilfar til "alfabetisering" av vaksnum, t.e. fólk sum hava eitt annað alfabet enn okkara, ella møguliga einki alfabet (analfabetar). Vit hava ikki nógvar tilflytarar, sum hvørki duga at lesa ella skriva, men við tí vaksandi tali av tilflytarum verða fleiri av teimum eisini, sigur Bergljót av Skarði, sum heldur at tað er herligt at fylgja við á síðulinjuni.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi