Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Landsstýrismaðurin átalar frávik

Politikkur | 03/03-2021 18:19

Landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur dent á, at koppsetingarkunngerðin í sambandi við koronufarsóttina skal fylgjast, og at tað ikki var í lagi at gera undantak fyri sendifólkum. Landslæknin hevur fingið átalu fyri at hava mælt til hetta. Landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at onnur frávík, til dømis koppseting av fólki hjá Smyril Line, longu vóru umfatað av frágreiðingini, hann fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar.

Aftur í gjár viðgjørdi Kringvarp Føroya dømi, har sjúkrahúsverkið av sínum eintingum hevur gjørt frávik frá koppsetingarkunngerðini og koppsett fólk, sum ikki vóru umfatað av henni. Talan var um sendifólkið í London við maka, sum vóru koppsett í januar eftir umbøn frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og tilmæli frá landslæknanum, umframt fólk hjá Smyril Line. Eisini hevði landslæknin tilmælt, at føroyska sendifólkið í Kina og makin kundu koppsetast.

Landsstýrismaðurin bað í gjár um eina frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni. Hesa hevur hann nú fingið, men hann væntar, at sjúkrahúsleiðslan og landslæknin sjálv alment fara at greiða nærri frá, hvat ítøkiliga er hent.

  • Eg taki frágreiðingina til eftirtektar, men leggi samstundis stóran dent á, at koppsetingarkunngerðin skal fylgjast, og at tað ikki er í lagi at raðfesta eitt nú sendifólk við makum fram um onnur fólk. Eg havi eisini persónliga tosað við landslæknan í morgun og átalað, at hann hevur mælt til hetta. Hin parturin av málinum, sum millum annað snýr seg um fólk hjá Smyril Line, er heldur ikki í lagi, men hann var longu umfataður av frágreiðingini, eg fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar, og sum hon eisini tá bað um umbering fyri. Í tí partinum er einki nýtt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at sendifólkið í London og makin vóru koppsett fyrru ferð í januar, men umbønin um koppseting av sendifólkinum í Kina við maka er nýggjari. Tey eru tí ikki koppsett og verða heldur ikki tikin fram um onnur at koppsetast.

Í frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar, var greitt frá, at frávik í ávísum førum høvdu verið gjørd frá koppsetingarkunngerðini fyri at forða fyri, at vaksinuskamtar fóru fyri skeytið. Í tí sambandinum vóru umleið 20 persónar koppsettir, sum ikki vóru umfataðir av kunngerðini og onki beinleiðis sjúklingasamband høvdu.

Soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur fingið málið upplýst nú, vóru koppsettu persónarnir hjá Smyril Line ímillum hesi 20.

Frágreiðingin frá Sjúkrahúsverkinum kann lesast her.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi