Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Methøgur solvensur og framgongd í realkreditt og í grundrakstrinum 

Vinnulív | 05/03-2021 12:20

Suðuroyar Sparikassi hevur økt solvensin úr 17,6 % í 2019 upp í 20,1 % í 2020, og samstundis styrkt um  grundraksturin, sum var 3,3 mió. kr. í 2020 í mun til 1,6 mió. kr. í 2019. Yvirskotið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2020  var 0,6 mió. kr. fyri skatt. Hetta hóast 2020 í stóran mun var merkt av hækkandi kapitalkrøvum, COVID-19 og eini  regluligari vitjan hjá Fíggjareftirlitinum. 

”Vit eru nøgd við 2020, tí hóast COVID-19 og framhaldandi trýst á rentuna, hava vit megnað at havt framgongd á  flest øllum økjum og eru sera spent uppá 2021”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri. 

Innlánini hækkaðu við 4,1 % - úr 721 mió. kr. upp í 752 mió. kr. Útlánini minkaðu í 2020 við 3,5 % - úr 573 mió. kr.  niður í 553 mió. kr. Suðuroyar Sparikassi valdi at tálma útlánini fyri at nøkta komandi kapitalkrøvum (NEP og  ískoytiskrøvum til kapital), meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri. Í sama tíðarskeiði eru realkreditlánini økt  við 211 %. Um realkredittlánini verða tikin við í samlaðu útlánini, er økingin á útlánsøkinum á 2,9 % í 2020. Í dag  eru 12 % av øllum 1. veðrættunum hjá Suðuroyar Sparikassa fíggjaði við realkredittlánum og hetta økist alsamt. 

Rentu- og ómaksgjøld hækkaðu úr 26,7 mió. kr. í 2019 til 27,3 mió. kr. í 2020. Vinningurin av virðisbrøvum var 43  t.kr. samanborið við 136 t.kr. í 2019. 

Útreiðslurnar til starvsfólk minkaðu við 4,0 % og umsitingarligu útreiðslurnar hækkaðu við 5,3 %. Samanlagt  hækkaðu útreiðslurnar 0,1 mió. kr. 

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn vóru 3.130 t.kr. samanborið við 1.254 t.kr. í 2019. Suðuroyar Sparikassi  hevur selt høvuðsætið í Vági og leigar bygningin aftur frá keyparanum.  

Í november 2020 hækkaði Suðuroyar Sparikassi ábyrgdaralánið fyri at bjálva seg til framtíðina. Solvensurin hjá  Suðuroyar Sparikassa var við árslok 2020 20,1 %, meðan harða lógarkravið frá Fíggjareftirlitinum 1. januar 2021 er  10,6 %, og samlaða lógvarkravið (bleytt og hart) er 15,6 %. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið til samlaða  solvensin hjá Suðuroyar Sparikassi 18,7 %, og livir Suðuroyar Sparikassi soleiðis í 2020 upp til lógarkravið fyri  solvensin í 2025. Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 3,9 % stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar  Sparikassa í 2025 er 24,0%. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg at røkka við vanliga raksturinum. 

Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa verður 22. mars 2021. Gudfinn Olsen og Hanna Nielsen hava valt ikki at stilla  uppaftur eftir ávikavist 18 og 7 ár í nevndini. Nevndin í Suðuroyar Sparikassa takkar Honnu og Gudfinni fyri teirra  megnar arbeiði hesi árini. Nevndin mælir til at velja Helgu á Borg. Suðuroyargrunnurin hevur avgjørt at tilnevna Dennis Holm sum nevndarlim fyri Honnu Nielsen.  

COVID-19 hevur tíbetur ikki havt stóra ávirkan á okkara kundar, men Suðuroyar Sparikassi hevur sum fyrivarni lagt  upp fyri eini møguligari langtíðar avleiðing, við at fremja eina niðurskriving, sum ávirkaði raksturin fyri 2020. 

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2021 verður positivt við á leið 2,4 - 2,9 mió. áðrenn skatt. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi