Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eyka atgongumerki til filmsýningina av "Ábyrgd" 10. mars

Mentan | 09/03-2021 22:11

Í hesum døgum skipar Sinnisbati í samstarvi við Norðurlandahúsið fyri sýningar av føroyska stuttfilmin “Ábyrgd”, ið bleiv frumsýndur í mai 2020. Tíverri gjørdi korona-farsóttin av álvara innrás í føroyska samfelagið tá, og tí hava sera fá havt møguleika at sæð filmin.

Sinnisbati vil í samstarvi við leikstjóran handan filmin, Katrina Joensen-Næs, seta sjóneykuna á lívið við sálarsjúku út frá einum vinkli, sum ikki ofta verður sæddur ellar fær rúmd í samfelagnum. Endamálið er at seta sjóneykuna á tað at vera ungur og avvarðandi at einum foreldri við sálarsjúku.

Mett verður, at sálarsjúka rakar aðru hvørja familju og áleið 25% av øllum børnum og ungum hava eitt foreldur við sálarsjúku. Um vit telja onnur avvarðandi við, sum eitt nú systkin, ommur og abbar, kunnu vit rokna við, at talið er umleið 40%. Tað merkir, at hetta er eitt evni, ið fyllir nógv í føroyskum heimum.

Filmurin “Ábyrgd” lýsir eina søgu um at standa einum nær, sum hevur eina sálarsjúku at dragast við. Í filminum fylgja vit ungu kvinnuni Ró (Johanna Roos Slættanes), sum livir í einum heimi við mammu síni (Ria Tórgarð), sum líðir av álvarsligari sálarsjúku. Tað er eyðsæð, at tað hjá Ró kenst sum hennara ábyrgd at taka sær av mammuni, hóast tað er hon sum er dótturin. Ein ábyrgd, sum tey flestu, sum hava verið í líknandi støðu, kenna.

Filmurin er 43 minuttir langur.

Almenna sýning var fyrra kvøldið og verður aftur í kvøld 10. mars kl. 19. Sýningarnar hava verið útseldar, men nú markið fyri hvussu nógv fólk kunnu savnast í skipaðum bólkum er broytt frá 100 til 200 fólk, hava vit møguleikan at selja fleiri atgongumerki.

Áðrenn sýningina fer Katrin Joensen-Næs, leikstjóri, at siga nøkur orð um tankarnar handan filmin. Eisini fer aðalskrivarin í Sinnisbata, Laura Apol, at siga nøkur orð um tankan handan tiltakið. Eftir filmsýningina verður eitt sofaprát við tvey vaksin avvarðandi, um týdningin av meira kunning og stuðli til tey, ið eru avvarðandi.

Atgongumerki kostar 150 kr. og alt yvirskotið fer til avvarðandi-arbeiðið í Sinnisbata.

Til ber at lesa meira um tiltakið á www.nlh.fo


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi