Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Góð úrslit, hóast eitt avbjóðandi 2020 

Vinnulív | 11/03-2021 21:04

Hóast 2020 hevur verið merkt av stórum skaðaendurgjøldum og koronafarsóttini, eru úrslitini, nú roknskapurin er lagdur fram, góð. Trygd hevði 12,5 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2020.  

Gongdin hjá Trygd í 2020 hevur sum heild verið misjøvn. Árið byrjaði við nógvum illveðri og sostatt  stórum skaðaendurgjøldum. Fyrst í mars vórðu nærum 300 fráboðanir um skaðar í sambandi við  illveður viðgjørdar, og hetta er væl hægri enn undanfarin ár. Síðani byrjaði koronafarsóttin at gera  um seg, og farsóttin elvdi til nógvar fyrispurningar um avlýstar uttanlandsferðir og tískil økt  arbeiðstrýst hjá Trygd. Íkomna støðan við COVID-19 elvdi sjálvsagt eisini til stór endurgjøld.  

Seinna hálva av 2020 var tó ikki eins baldrut og fyrsta hálva. Hetta var ikki minst orsakað av, at  veðrið háttaði sær væl seinna hálvár.  

“Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitini fyri 2020. Tað er eingin loyna, at árið fekk eina heldur  avbjóðandi byrjan við nógvum illveðri og eini heimsfarsótt, sum høvdu við sær stór skaða- og  avlýsingarendurgjøld. Síðani hevur gongdin verið góð, og 2020 hilnaðist betri enn líkt var til á vári í  fjør. So vónirnar fyri 2021 eru góðar”, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.  

Grønar og burðardyggar verkætlanir 

Hóast koronafarsóttin hevur elvt til økt arbeiðstrýst og avmarkingar, hevur felagið kortini havt stundir  at menna fleiri verkætlanir. Sum partur av at gerast ein meira grøn og burðardygg fyritøka, er Trygd  farið undir at skifta allar sínar bilar út við el-bilar. Harafturat hevur felagið eisini valt at keypa millum  annað endurnýttar teldur til skrivstovubrúk í tilgongdini at gerast ein meira burðardygg fyritøka.  

Trygd samstarvar við Ráðið fyri ferðslutrygd, ið ger eitt megnar arbeiði fyri at bøta um ferðslutrygdina.  Trygd samstarvar eisini við Landsverk um hagtøl fyri vegastrekkir við nógvum skaðum, og hetta er  ein ítøkilig verkætlan, ið leypandi skal betra um ferðslutrygdina. Í 2020 læt eingin lív í ferðsluni, og  tað er at fegnast um. 

“Nýskapan og umhvørvið verða lyklaorðini hjá Trygd komandi árini. Sum ein lutfalsliga nýggjur  aktørur vilja vit áhaldandi skapa kapping og vera við til at menna føroyska tryggingarmarknaðin. Sum  ein nútíðarhóskandi fyritøka er tað púra natúrligt, at umhvørvisatlit og burðardygd fylla nógv í hesi  tilgongdini, ið bæði gangar okkum sum fyritøku, okkara kundum og samfelagnum vit eru partur av”,  sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.  

Roknskapurin í stuttum 

  • Ársúrslitið fyri skatt var 12,5 mió. kr. í 2020, meðan úrslitið fyri 2019 var 14,5 mió. kr.  
  • Ársúrslitið eftir skatt gjørdist 10,2 mió. kr. í 2020, og til samanberingar var ársúrslitið eftir skatt  í fjør 14,5 mió. kr.  
  • Tryggingartekniska úrslitið var 13,4 mió kr. í 2020 samanborið við 18,4 mió kr. í 2019. 
  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 8,8 mió kr. í 2020 og vóru tilsamans  135,8 mió. kr. Hækkingin stavar frá nýggjum kundum og fleiri tryggingum til verandi kundar. 
  • Skaðaendurgjøldini hækkaðu úr 69 mió. kr. í 2019 upp í 84 mió kr. í 2020.  
  • Skaðaprosentparturin hækkaði úr 61,3% í 2019 upp í 69,6% í 2020.  

Til ber at lesa alla ársfrágreiðingina fyri 2020 her.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi