Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Verji Slættaratind

Innanlands, Lesarabrøv | 18/03-2021 08:00

Hetta skriv er ikki fyri at seta meg ella Eiðisfólk upp ímóti SEV. Men góðu tit í SEV, eg vóni so inniliga, at tit hugsa tykkum væl um, áðrenn verkætlanin við vindmyllulundini verður sett í verk á Eiði.

Í 1986 bleiv Eiðisvatni tikið, hetta var sama ár, sum eg eri fødd. Av tí sama havi eg ongin minnir um oasuna, sum var uppi á Eiðisvatnið, men tó havi eg ein longsul. Ein longsul eftir tí, sum eg havi fingið fortalu vit á Breiðásandi, har rann millum annað Breiðá fyrr, áðrenn vatnið bleiv tikið. Á hvørjum árið ímyndi eg mær, hvussu einastandandi vakurt og praktiskt tað hevur verið, at hava rennandi fekstvatn á skola sær við, aftaná eitt sjóðdypp á Breiðásandi. Men hetta hava øll góðtikið, og aldrin havi eg hoyrt eitt øvugt orð um tað frá Eiðisfólkið.

Fuglafrøðifelagiðgreiddi so væl frá tí ríka fuglalívið, sum er Millum Tjarnir, og sum ikki verður líka ríkt, um øki verður planta við vindmyllum. Fuglasløg, sum er sera sjáldsom at síggja í Føroyum, er m.a. at finna á staðnum. Nógv av hesum fuglum flúgva í somu hædd sum vindmylluveingjunar mæla, og tí er stórur vandi fyri, at fuglurin endar í veinginum á mylluni. Eisini fer larmurin frá vindmyllunum uttan iva at órógva fuglalívið á staðnum, tí fuglurin flýgur so mikið høgt.

Nú eri eg als ikki nakar fuglafrøðingur og afturat tí eri eg nærsýnt. Tó siti eg mangan saman við børnunum og blaði í stásiligu bókini ”Fuglabókin” hjá Mikkjali á Ryggi, tá vit hava sæð ein ókendan fugl.

Vælsignaðu tit í SEV, ikki taka fuglalívið frá børnum mínum, sum áirnar og Eiðisvatnið bleiv tikið frá mær og mínum javnaldrum og teimum, sum eru komin aftaná okkum.

Tað kann tykjast, sum um eg ikki leggi nakað í grøna orku, men har fara tit púra skeiv. Sum tit so mangan hava hoyrt, eri eg ímóti staðsetingini av vindmyllunum. Eg geri alt eg eri ment fyri at verja umhvørvi t.d. gjørdu vit eina íløgu í eina jarðhitaskipan, tá vit bygdu hús fyri fáum árum síðan. Ein íløga, sum fyri okkara privatu fíggjarstøðu, er munandi dýrari enn t.d. ein oljufýring. Eg havi kjøtfríardagar, skilji rusk, endurnýti tað sum endurnýtast kann, brúki menstruatiónskopp, samli rusk upp úr náttúruni og ikki minst, læri míni børn at verja og hugsa um umhvørvi.

Slættaratindur er fyri flest okkum á Eiði, sum Eiffeltornið fyri tey í París. Hvønn morgun tá eg vakni, koyri eg gardinurnar upp og síggi okkara vakra tind. Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at vit sum familja valdu at flyta heim til Eiðis. Vit kundu líka so væl siti í eini íbúð við útsýni til Oyrasund og tær vindmyllur, sum har eru, men tað ynsktu vit ikki. Vit ynsktu Eiði. Eiði og ta fantastisku náttúru, sum vit her hava, uttan órógv fyri eygu og oyru orsøk at vindmyllum. Tá avbygdagestir ella útlendingar koma á vitjan, vísa vit við stoltleika og gleði Slættaratind.

Til borgarafundin, sum var á Eiði 16 mars, søgdu fleiri at bygdin hevði givið nokk til grøna orku. Sjálv haldi eg, at tey sum eiga nógv, hava skildu at geva. Men tað skal standa sera illa til, áðrenn Slættaratindur verður givin, hann er eitt tað dýrasta vit eiga, og kann aldrin kann gerast upp í krónum og oyrum.

Hendan støða er heldur paradoksal, vit spilla náttúruna fyri at verja náttúruna. Ber ikki til at rista í posanum einaferð aftrat og finna eina aðra loysn, tað vóni eg so innarliga.

Vinarliga
Magna Eliana Mørkøre


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi