Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Børn við psykiatriskum diagnosum í Føroyum líða, og samfelagið fær óneyðugar útreiðslur

Politikkur | 12/04-2021 14:43

Um eitt barn hevur óvanligar trupulleikar í skúlanum ella kanska longu á dagstovni, so er mannagongdin, at fyrst fara foreldrini saman við starvsfólkunum undir at stimbra barnið meira málrættað.

Um henda hjálpin ikki er nóg mikið, so verður leitað eftir serfrøðingahjálp hjá Sernámi. Um tað heldur ikki er nokk, verður barnið allarhelst sent til útgreining á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, har tær mest álvarsomu psykiatrisku diagnosurnar til børn og ung eru: ADHD, OCD, Tourette, autisma, etingarólag, depressión, angist og onnur víðfevnd psykisk menningaróløg.

Seinastu árini er tað gleðiliga hent, at barna- og ungdómspsykiatriin í Føroyum er uppraðfest soleiðis, at bíðitíðin, ið áður var upp í 4 ár, er nú ímillum tríggjar og tólv mánaðir. Men nú er trupulleikin, at okkara skipanir megna ikki at geva børnum og ungum, ið hava fingið diagnosur, viðgerð og sernámsfrøðiliga hjálp. Hetta greiddi barna- og ungdómspsykiatarin Súsanna Reinert Petersen frá í Breddanum í útvarpinum hjá kringvarpinum 4.februar í ár.

Harafturat eri eg aftur og aftur kontaktað av foreldrum, har teirra barn hevur fingið staðfest eina psykiatriska diagnosu, og tey hava greitt frá, at eftir diagnosuna er teirra vanligi gerandisdagur ofta vorðin ein sonn líðing - tí næstan ongin hjálp er at heinta eftir at diagnosan er ásett - serliga í skúlahøpi. Vantandi skúlahjálp endar stundum við, at enn ein steinur legst oman á byrðuna: skúlaaftran, sum merkir, at barnið ikki vil í skúla. Skúlaaftran viðførir ofta síðani, at hesi børn fáa tað trupult við at fáa vinir, og trupulleikarnir flyta tískil eisini yvir í teirra frítíðarlív.

Hóast eg ofta eri kontaktað av foreldrum, ið eiga skúlabørn, ið hava fingið psykiatriskar diagnosur, so eri eg eisini gjørd varug við, at hjálpin til børn á dagstovnum við staðfestum psykiatriskum diagnosum er ógvuliga ymisk frá kommunu til kommunu - og í nøkrum førum er hjálpin heldur ikki nøktandi í dagstovnahøpi.

Afturvendandi søgan frá foreldrum, skúlum og dagstovnum, ið eg tosi við, er, at Sernám slettis ikki hevur orkuna at taka ímóti øllum børnum, ið hava tørv á sernámsfrøðiligari kanning, og ei heldur teimum, sum hava tørv á ráðgeving til sernámsfrøðiliga hjálp.

Hetta er ein syrgilig støða, sum hesi børn og teirra foreldur eru endað í!

Men sorgarleikurin endar ikki her. Ein kanning hjá Rockwool-fondinum í Danmark í 2012 vísti, at fólk, ið ikki fáa viðgerð fyri ADHD, kosta danska statinum 2,8 milliardir um árið. Og allarhelst er nakað líknandi galdandi fyri aðrar psykiatriskar diagnosur - og allarhelst er eisini nakað tað sama galdandi í Føroyum. Tað vil siga, at tá ið børn og ung í Føroyum ikki fáa rætta hjálp námsfrøðiliga og í skúlahøpi, so gerst hetta ein óneyðuga stór útreiðsla fyri samfelagið seinni.

Tí er neyðugt, at vit í Føroyum gera nakað nú!

Eg havi sett Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein § 52a fyrispurning um hetta evnið.

Eg vóni, at tingfólk, fjølmiðlar og fólk sum heild í Føroyum, vilja skifta orð um málið, og vísa dirvi til umsíðir at fáa gjørt nakað við hendan trupulleikan, ið hevur vanlukkuligar avleiðingar fyri raktu familjurnar, og sum longdini eisini fer at hava avleiðingar fyri føroyska samfelagið, um vit ikki gera nakað nú.

Rósa Samuelsen
løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi