Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Andevni móti covid-19 í 12 mánaðir

Heilsa | 25/04-2021 23:30

Granskingarúrslit vísa, at andevni móti COVID-19 halda sær upp í 12 mánaðir hjá føroyingum, sum hava havt koronu.

“Okkara úrslit vísa, at meira enn 95 prosent av teimum kannaðu hava gjørt  andevni móti koronu eftir smittu, og serliga áhugavert er, at andevni framvegis  kunnu mátast hjá teimum upp í 12 mánaðir eftir sjúkuna”. 

Hetta sigur Maria Skaalum Petersen, lektari og seniorgranskari, Deildini fyri  Arbeiðs- og Almannaheilsu, Sjúkrahúsverk Føroya og Depilin fyri Heilsu-og  Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya. 

Andevni verða vanliga framleidd í kroppinum, tá ein hevur verið sjúkur av COVID 19.  

“Vit síggja, at IgG (sum er tað andevnið, ið heldur longst, eftir at tað er framleitt í  sjúkutíðini) minkar fyrstu sjey mánaðirnar, men eftir tað flatnar fallið og tykist  halda sær rímiliga støðugt, í øllum førum upp í 12 mánaðir. Tær kanningar, sum  higartil eru almannakunngjørdar altjóða, hava víst, at andevni halda minst í átta  mánaðir, men hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu prógva, at koronasjúklingar  framvegis hava andevni ímóti koronu eitt ár eftir, at tey hava verið sjúk”, sigur  Maria Skaalum Petersen, sum heldur, at talan er um sera týðandi og góð úrslit. 

Peter Garred, professari frá Universitetinum í Keypmannahavn og yvirlækni á  Ríkissjúkrahúsinum, hevur luttikið í føroysku kanningunum, og hann er samdur við  Mariu Skaalum Petersen um týdningin av úrslitunum. 

“Ja, tí tey benda á, at størsti parturin av teimum, sum hava havt COVID-19, eru  heilt ella lutvíst mótstøðufør fyri nýggjari smittu í upp í eitt ár eftir smittu, í øllum  førum við sama virus varianti, og hesi úrslit eru mest sannlíkt eisini umboðandi fyri  onnur lond”, sigur hann.  

“Umframt tey góðu tíðindini um mótstøðuføri, kunnu úrslitini eisini hava beinleiðis  samfelagsligan týdning her og nú. Tí bæði í Føroyum og Danmark verður umrøtt, hvørjar treytir skulu brúkast í samband við korona-pass til fólk, sum ikki eru koppsett, men sum hava havt COVID-19”, sigur Peter Garred.  

Granskingarverkætlanin 
Endamálið við granskingarverkætlanini er at kanna ta natúrligu andevnisgerðina hjá fólkum, sum hava verið smittað við COVID-19 í Føroyum. 

Granskingarverkætlanin hevur savnað blóðroyndir frá í alt 405 føroyskum  koronasjúklingum, sum hava verið sjúkir av COVID-19 frá mars til desember 2020.  172 av hesum fólkum vóru sjúk í tíðarskeiðinum mars til apríl 2020 og 233 fólk í  tíðarskeiðinum frá august til desember 2020. Luttøkan hevur verið sera góð, og  stórur partur av øllum skrásettum koronatilburðum í Føroyum hava luttikið í  granskingarverkætlanini, t.v.s. at tey umboða tey uttan ella við mildum  sjúkueyðkennum, umframt tey við ringari sjúku. Luttakararnir hava latið eina  blóðroynd tríggjar ferðir (ávikavist tríggjar, sjey og 12 mðr. og ein, tríggjar og sjey mðr. eftir sjúkubyrjan), sum eru kannaðar fyri andevni.  

Tvey sløg av greiningum eru brúkt fyri at kanna fyri COVID-19 andevni. Ein  greining, sum kannar, um tað eru andevni ella ikki, og sum er gjørd á  Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum, og ein onnur greining, sum mátar  mongdina av andevnum í blóðinum, og sum er gjørd á Molekylær Medicinsk  Laboratorium á Ríkissjúkrahúsinum.  

Samstarv: 
Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu,  Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan,  Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, umframt Molekylær  Medicinsk Laboratorium á Klinisk Immunologisku deild, Diagnostisk Center á  Ríkissjúkrahúsinum.  

Maria Skaalum Petersen, lektari, og Pál Weihe, professari, hava ábyrgd av tí  kliniska partinum av granskingarverkætlanini, og Peter Garred, professari hevur  ábyrgdina av IgG-andevnisgreiningunum.  

Verkætlanin er fíggjað av Felagnum Nótaskip, Sp/f Krúnborg og Borgartún, tí  serstaka COVID-19 stuðlinum frá føroyska Granskingarráðnum, Novo Nordisk  Fonden og Carlsbergfondet.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi