Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Granskarar hava laðað vísindaligan varða  

Tíðindaskriv | 27/04-2021 10:47
Magni Mohr er professari og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur havt høvuðsábyrgdina av drúgvum  yvirlitsverki í "Sports Medicine" um vøddafysiologi, sum byggir á gransking heilt aftur til 1930´ini.

Drúgv yvirlitsgrein (review) er útkomin í Sports Medicine, sum er eitt av heimsins mest viðurkendu vísindaligu tíðarritunum á sínum granskingarøki. 

Magni Mohr, professari og dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsrithøvundi og -ábyrgdari, og  yvirlitsgreinin hevur heitið, “Muscle glycogen metabolism and high-intensity exercise performance: A  narrative review”. 

Hinir granskararnir, sum eru við, teljast millum mætastu vøddafysiologar í heiminum. 

Ofta ganga altjóða granskarar saman um at skriva vísindaligar yvirlitsgreinar, sum neyvt útgreina tey serøki,  sum teir hava granskað leingi. Og í hesum føri verður farið heilt aftur í 1930´ini eftir granskingarúrslitum og  fram til dagin í dag. 

Nýggja yvirlitsgreinin viðger, hvussu kolvætulagrini (glykogenið) í vøddakyknunum stýra (regulera)  lívevnafrøðiligu tilgongdum frá tí, at ein nervaimpulsur rakar vøddakyknuhinnuna og til kraft og orka verða  ment inni í kyknuni, meðan arbeitt verður av grimd. Hetta eru neyðugar tilgongdir fyri, at vøddin kann  arbeiða og framleiða orku á munadyggan hátt. 

- Í 1939 vístu donsku granskararnir Christensen og Hansen á eitt greitt samband millum kolvætuevnaskiftið í vøddum øðrumegin og kropslig avrik hjá menniskjum hinumegin, greiðir Magni Mohr frá.  

- Í 1960´unum, tá vøddabiopsimetodan varð uppfunnin, vístu navnframi Bengt Saltin og hansara starvsfelagaðar fyri fyrstu ferð við beinleiðis mátingum á, at nøgdin á vøddaglykogeni er tætt knýtt at langtíðaravrikum. Síðan hava vit og onnur víst, at vøddaglykogen verður  niðurbrotið ymiskt í ymiskum sløgum av vøddafiprum og ymsastaðni í vøddakyknuni, sum so aftur vísir á  serstøku og fjølbroyttu leiklutirnar hjá glykogeninum, sigur professarin. 

Magni Mohr er so sera fegin um hesa nýggju greinina. 

- Ja, tí talan er um eina umfatandi grein, har vit eru fleiri altjóða granskarar við sterkum profilum á vøddafysiologiska økinum, sum hava arbeitt saman. Millum annað hevur Lawrence Spriet frá University of  Guelph í Kanada kannað leiklutin hjá vøddaglykogeninum í eini hálvthundrað ár og er ein av teimum heilt  stóru arbeiðsfysiologunum seinastu áratíggjuni.  

- Talan er eisini um eitt dygt yvirlit yvir grundgransking, sum hevur alstóran týdning fyri at betra um avrikini í úrvælsítrótti og fyri betur at skilja grundirnar til vøddamøði undir hørðum arbeiði, eins væl og at skilja nakrar av høvuðsmekanismunum í evnaskiftissjúkum, sum typu 2 diabetes, sigur Magni Mohr.  

Magni Mohr, sum telist millum mest endurgivnu føroysku granskararnar í vísindaligum bókmentum, samanber stóru yvirlitsgreinina við ein vísindaligan varða, sum hann væntar, at vøddafysiologiskir  granskarar í komandi tíðum javnan fara at leita aftur til.  

Úrtak av greinini kann lesast her. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi