Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggj leiðsluútbúgving á masterstigi í heyst

Tíðindaskriv | 28/04-2021 10:28

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar nú nýggja leiðsluútbúgving á masterstigi á Søgu- og samfelagsdeildini. Latið er upp fyri tilmelding nú 

Amboðskassin hjá einum góðum leiðara eigur at vera útgjørdur við bestu reiðsskapum, dagførdari vitan og hollum førleikum, sum ikki bara røkka til avbjóðingarnar her og nú, men sum eisini nytta í longdini. 

Ein leiðari virkar á øllum stigum í fyritøkuni ella stovninum, og hann (m/k) skal vera framskygdur, hava greiða kós og duga at kveikja og gagnnýta førleikarnar hjá sínum starvsfólki og fáa tey – saman við sær – at røkka málunum, sum sett eru út í kortið. 

Nýggja leiðsluútbúgvingin á Setrinum gevur tær hesar leiðsluførleikarnar, og tá tú hevur nomið tær tey 120 ECTS-stigini, sum útbúgvingin telur, ert tú master á tínum øki. Til ber eisini at taka helvtina – 60 ECTS-stig – og tá fært tú diplom í leiðslu og skipan á masterstigi. Tú kanst eisini velja at lesa ph.d., tá tú hevur fingið masterprógv. 

Útbúgvingin er fyri fólk, sum annaðhvørt eru í leiðandi starvi nú ella fegin vilja tað. Her fært tú holla fakliga grund at standa á við granskingargrundaðari undirvísing og kanningararbeiði, tú lærir at leggja strategi, at fáa tað besta fram í tíni starvsfólk, so málini í strategiini verða rokkin, og so fært tú eisini eitt netverk, sum kann fáa stóran týdning fyri tína menning sum leiðari og gleði við at vera tað. 

Heimurin er torgreiddur og umskiftiligur, og sum leiðari, ert tú tann, sum tíni starvsfólk og tey, sum brúka tína fyritøku ella stovn venda sær til. Við hesi útbúgvingini fært tú førleikar at  leiða organisatiónina gjøgnum byltingartíðir, og tú lærir samanspælið millum etikk, leiðslu  og strategi. Eitt lyklaorð er nevniliga burðardygg leiðsla.

Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Talan er um parttíðarlestur, sum er  skipaður í undirvísingarvikuskifti, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart, so til ber at arbeiða samstundis. 

Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har hvør partur tekur tvey ár. Og sum nevnt, so kanst tú taka diplom eftir tveimum árum ella fulla master eftir fýra árum. 

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðir. 

Lesið nógv meira um útbúgvingina her. Umsóknarfreist er 1. juli, og umsóknarblað er her. 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi