28. mai - ein týdningarmikil dagur fyri Føroyar
Hendan dagin í 1865 tók skotski trúboðarin William Gibson Sloan avgerð um at koma til Føroya at prædika Jesus.
Staddur í Lerwick í Hetlandi, skrivaði hann sama dagin m.a. hesi orð í dagbók sína:
"Viðurskiftini í Føroyum hava ligið mær tungt á hjarta.....eg kenni meg drivnan og fúsan til at fara at virka har í navni Guds og styrki Hansara.....
Eg kenni meg hjálparleysan viðvíkjandi hesum týdningarmikla stigi......
Sendir Harrin meg hagar, so trúgvi eg, at eg verði ikki sendur til fánýtis.......
Føroyum tørvar ein kristniboðsmann, sum er til reiðar at kunngera alt ráð Guds...
So við hjálp Harrans geri eg av at fara til Føroya at prædika JESUS.
Seinni - hetta sama árið - steig hann einsamallur á land í Havn og byrjaði at hava útifundir, prædikaði gleðiboðskapin um Jesus og sang m.a. hendan sangin á donskum:
Sig mig den gamle sandhed
at Jesus elsker mig....
Óneyðugt er at nevna úrslitið av hesum lýdnisstigi William Gibson Sloans. Hetta gongur sjón fyri søgn í dag. Sjálvur eri eg eitt úrslit av prædiku hansara, eisini míni foreldur og hundrað, ja, túsundtals aðrir føroyingar við.
Sanniliga vert at takka fyri og minnast við takksemi.
Her er tvær myndir av Williami Gibson Sloan:
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur