Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Lýsing
Lýsing

Sensurur er sensurur, harra løgmaður!

Politikkur | 13/06-2021 15:32

Sensurur er, tá songfuglar verða kiptir, spektir ella vongskerdir, tí teir syngja í tónum, sum teimum ráðandi ikki dáma. 

Løgmaður hevur ikki ampa av mátanum, sum landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur stuðul til listafólk, har hann fleiri ferðir hevur sett til viks møguleikan hjá ungum listafólkum at fáa stuðul. Hetta er ikki sensurur, sigur løgmaður í svari til undirritaðu, sum spurdi um hann er nøgdur við framferðarháttin hjá landsstýrismanninum, og heldur tað vera í tráð við góðan fyrisitingarsið. Í svarinum lærur løgmaður okkum at: “Sensurur er, tá ið almennur myndugleiki ikki loyvir útgávu av tilfari, fyrr enn myndugleikin hevur góðkent tilfarið.”

Rætt er, at tað er sensurur. Men, orðið sensurur fevnir munandi breiðari enn smala tulking løgmans. At sensurera er eisini at døma ella próvdøma. Tað er at siga, at hóast eitt verk lýkur øll faklig krøv, fyri at kunna fáa stuðul, so fær tað tað ikki – tí tað verður vigað og dømt eftir einum politiskum ella moralskum málistokki, eitt nú hjá einum landsstýrisfólki ella einari stjórn. 

Eins og víst verður á í felags skrivinum frá evropiskum filmsstovum, ið siga: “Enn einaferð uppliva vit, at politisk uppílegging í sambandi við fígging, er beinleiðis sensurur og økir eisini munandi um vandan hjá listafólki til sjálvsensur”. Evropisku filmsstovurnar ávara staðiliga ímóti hesum formi fyri sensuri, og siga, at tað kann forða føroyskum filmsverkætlanum at fáa atgongd til útlendskt samstarv og fíggjarmøguleikar, tí onnur illa vilja samstarva við eina skipan, har vandi er fyri politiskari uppílegging. 

Tað kann eisini vera eitt raffinerað slag av sensuri, tá eitt Búskaparráð verður avtikið og eitt annað slag av ráðgevandi ráði kemur í staðin – um hetta verður gjørt, tí Búskaparráðið aftur og aftur kom við niðurstøðum, sum ikki smakkaði teimum ráðandi væl. Tað gjørdi Búskaparráðið, uttan mun til, hvør, ið sat í Tinganes. Eitt nú vístu tey á ein søguliga høgan rakstarvøkstur, sum als ikki er fíggjaður – tað er eina óhaldføra búskaparkós. Nýggja landsbankaráðið, ið eisini skal virka sum búskaparráð, er í størri mun samansett eftir smakinum hjá landsstýrismanninum. Vónandi varð ein kritisk rødd, ikki kipt her – tað fer framtíðin at vísa.  

So harra løgmaður. Sensurur hevur eisini eina breiðari merking, og snýr seg ofta um at tryggja sær vald, við at stýra hvat og hvussu annars óheftar røddir sleppa til orðanna. 

Við svari løgmans mugu vit bara ásanna, at listin ikki frítt sleppur at breiða út veingir sínar, og at kritiskar røddir verða spektar.

Bjørt Samuelsen
tingkvinna 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Drotningin fekk gávu frá Nes kommunu
"Kongelige hofleverandører"
Uppskot um fiskaplássið á Løghamri
Ólavsøkukabarettin 2021
Er tað soleiðis fólkaræði sær út?
Myndarøð frá drotningavitjan­ini á Strondum
Fronsk lesandi á Havstovuni
Grøn orka til upphiting í Eystur­kommunu
Nú steðgar náttarkoyringin við gróti av Gomlurætt
Vitarenning við Toftavatn mánadagin 2. august
Sjálvtøkan á Strondum verður sløkt 16. august
Røðan, ið borgar­stjó­rin helt fyri drotningini
Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 18. juli 2021
Leon Borum Hansson útlærdur handverkari
Tøkk fyri dyggan stuðul undir vitjan Margrethu drotning í Havn
Vænta at fáa undirtøku fyri frívikuni
Nýtt farmaflog­felag ávegis.
Aron Djurhuus Jacobsen heiðraður í Móttøku­húsinum
Nýggja ljósskipanin tænir ikki borgarunum
Sigurd fekk upprunakort frá borgar­stjóra­num !
Borgar­stjó­rin í Eystur­kommunu vitjað føroysku sendistovuna í Bruxelles
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
Kommunuskrivstovan stongd vegna summarfrí
Reisigildi úti í Nýggjheiðum
Samband
R7 Portal
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Joensen, prestur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (163) - 07. des. 2020 - Seinasta sending
EvR
Kelduvaðið 06. des. 2020: Símun Absalonsen "Uppreisnarvónin" - Orðið: "Signaði lívsæli dagur"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Hans Marius í Byrgi um Sjógæti
Ymiskar sendingar
Samrøða: Bjarni K. Petersen og Aksel K. Berg um royking
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (11) - 04. des. 2020
Nýggjastu tíðindi