Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sea Shepherd má forðast á lógligan hátt

Politikkur | 02/07-2021 11:31

Las við áhuga aftursvarið hjá Magnusi Hansen til grein mína um yvirvøku við dronum, ið rætt nokk vístu seg at vera Sea Shepherd.

Dronumyndirnar verða brúktar í herferðum og í slatursmiðlum fyri at skaða umdømið hjá Føroyum og trýsta føroyingar at gevast við grindadrápi.

At tað verður skotið við skørpum eftir ófráboðaðum dronum loysir bara ikki trupulleikan, men rakar okkum aftur í høvdið sum ein boomerang. Eisini kunnu standast vandastøður av, at ein drona verður skotin niður og møguliga dettur niður í eina mannamúgvu!

Magnus Hansen ynskir at “forbjóða fanansskapinum hjá Sea Shepherd.”

“Fanansskapur” er tíverri ikki nakað, lóggevast kann ímóti - gævi so var. Neyðugt er tó at skapa greiðari lóggávu, hvat viðvíkur myndatøku av grindadrápi, herundir dronumyndatøku og filmsupptøku.

Eg eri samdur við Magnusi í, at vit allatíðina eru aftanfyri, tí tøknin mennist skjótt, og Sea Shepherd hevur fólk knýtt at sær, ið duga mangt og hvat innan tøkniliga økið.

Øll góð uppskot eru kærkomin
Tá Løgtingið kemur saman aftur á Ólavsøku, átti hetta málið at verið tikið upp, so tað kann gerast greiðari, hvussu politivaldið kann handfara støður sum hesa og forða fyri, at dronur sníkja seg inn á øki, har grindadráp fer fram. Tað er tó ikki lætt, tí nýmótans dronur kunnu stýrast við rættiliga stórari frástøðu, og tí er trupult at staðfesta, hvar dronuførarin man vera. Heldur ikki ber til at konfiskera myndatilfarið, tí til ber eisini at stroyma tilfarið beinleiðis.

Enn einaferð: hetta kann ikki loysast á ein einfaldan hátt. Og vit mugu heldur ikki gera ov stór inntriv í frælsið hjá fólki, ið koma til Føroya einans fyri at njóta og skjalfesta okkara vøkru náttúru.

Hinvegin áttu vit at havt eitt toymi, ið fæst við at staðfesta, hvørji fólkini eru, ið hjálpa Sea Shepherd ella eru beinleiðis limir í felagsskapinum. Verða ávísir aktivistar avdúkaðir, koma bara nýggir í staðin. Tað krevur meiri enn tilvildarlig átøk at finna út av hvørjir teir eru.

Vónandi koma fram ymisk góð uppskot um, hvussu hesi álopini frá Sea Shepherd kunnu tálmast. Eg tosi helst fyri flestu løgtingslimir, tá eg eftirlýsi konstruktivum uppskotum, ið politiska skipanin kann taka til sín.

“We kill big whales - so Paul Watson is not a problem”
Men at brúka harðskap vil bara sláa bakk. So mikið kann sigast beinanvegin. Og grindamenn mugu fyri alt í verðini ikki taka lógina í egnar hendur.

“We kill big whales - so Paul Watson is not a problem” segði Marner Andreasen, sáli, fyri nógvum árum síðani. Tað var eingin hjálp frá bráneggjaða, men vælmeinandi grindaformanninum. 

At svara hatur við hatri, elvir bara til meiri hatur. Kalla meg bara naivan, men vit mugu gera hetta á skilagóðan hátt, heldur enn at leypa framav.

Og forrestin snýr hetta eg ikki einans um Sea Shepherd, tí vit kunnu saktans fara at uppliva líknandi herferðir móti øðrum vinnum sum t.d. seyðahaldi, alivinnu ella fiskivinnu. Leggið til merkis, at tað finnast eisini undirvatns-dronur, og tær eru uppaftur truplari at avdúka.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi