Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroysku sílini mugu ikki avtakast

Politikkur | 02/07-2021 11:19

Søgulig gongd 
Tað er ein skeiv avgerð at avtaka føroysku sílastammuna, og tí eigur tilgongdin hjá myndugleikunum at avtaka hesa sílastammuna at steðgast beinanvegin, og áðrenn tað ikki vendist aftur.

Sum  fyrrverandi landsstýrismaður við m.a. alimálum var áðrenn mína starvstíð í VMR ein fyrisitingarlig avgerð tikin um at avtaka lívfiskastøðina í Skopun og harvið lata laksa-lívfiskin fara í søguna, tí mann vildi heldur fáa rogn frá Norra.

Eg steðgaði hesi avgerðini og Skopun sum lívfiskastøð helt fram til endaliga loysn bleiv funnin, meðan Poul Michelsen var landsstýrismaður, har avtalað bleiv, at  Bakkafrost tók størri aktivan lut í Fiskaaling og rakstrinum av Fiskaling. Ætlanin um lívfiskastøð í Skálavík bleiv endiliga veruleiki við Bakkafrost sum eigara.

Tað haldi eg vit øll í dag kunnu verða stak nøgd við, at hartil er komið.

Vit eru faktisk i stórt sæð somu støðu nú við sílunum, sum hava verið ald á vøtnunum omanfyri Vestmanna nú í mong ár. Har varð eisini ein fyrisitingarlig avgerð tikin um, at ongi síl skuldu alast á vøtnum, deils orsakað av smittuvanda og deils tí, at hetta skuldi dálka vøtnini í ólukkumát. Hendan avgerð bleiv útsett fyri at finna eina aðra brúkiliga loysn fyri sílunum, antin á eini landstøð ella á sjónum.

Norðadalur var uppá tal fyri fáum árum siðani og varð ein loysn hugsað har saman við Poul Hansen sála, men orsakað av alipolitikkinum, “ein alari - ein fjørður”, varð hetta ikki gjørligt, tí tá vit víðkaðu aliøkini bleiv trupulleikin við 5 km frástøðuni millum aliøkir, og mann bær ótta fyri evt. smittu, sum kundi koma við frárensluvatninum.

Her skal tó sigast, at í øll árini sílini hava verið á vøtninum, hevur hetta ongantið verið nakað mál mær vitandi  í samband við smittu av aling í Vestmanna og tískil neyvan heldur nakar trupulleiki, t.d. frá Norðadali.

Upprunin til føroysku sílini
Hesi føroysku sílini, sum upprunaliga komu úr Danmark, hava víst seg við tí kynsbótaarbeiði, sum Andreas Reinert og aðrir hava gjørt - hetta er eitt stórt arbeiði við at fáa mótstøðuføri. Nevnast kann, at tær fiskasjúkur, sum vit kenna við t.d. laksi,  siggja ikki út til at rína ikki við hesi sílini.

Tað var eisini sjón fyri søgn, tá alingin bleiv hart rakt av ILA i byrjanini eftir árhundraskiftið - tá vóru síl ald á sama økið, sum laksur, og tey blivu ikki sjúk.

Føroyar sum alitjóð
Hetta kynsbótaarbeiðið eiga vit sum alitjóð sjálvandi at dyrka og brúka í okkara víðari arbeiði og visjón fyri aling í Føroyum, tað veri seg á sjógvi og landi, og tí er tað onki minni enn ein skandala um vit avtaka hesi seinastu sílini nú.

Altjóða gongdin innan alivinnu
Vit ala bara laks nú, -  tað er rætt og tað er gjørt við stóran dugnaskapi, men vit mugu ongantíð verða blind fyri, at náttúran, møgulig sjúka og økosystemini, kunnu spæla okkum eitt puss, so vit aftur fáa trupulleikar. Heldur ikki skulu vit verða so blind ikki at síggja skógin fyri berum trøum.

Til dømis Kina, sum er ein stórur og støðugt vaksandi marknaður fyri fiskavørur og laks, ala í dag laks á opnum havi við norskari tøkni og vitan, og Russland, sum er okkara størsti marknaður, er gott ígongd við at økja teirra laksaaling, har tað er møguligt.

Hetta kann skjótt koma at ávirka okkara marknaðarmøguleikar og harvið prísir tann skeiva vegin.

Tørvur á langtíðarloysn og strategi
Vit mugu virka langtsiktað bæði við laksinum og eisini við sílunum, og hvussu vit allarbest kunnu gagnnýta tað genetiska tilfar og vitan, sum vit kunnu fáa burturúr teimum, bæði hesi fiskasløg eru sera tætt í slekt (Salmo Salar og Salmo Trutta).

Vit eiga at granska nógv meira, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara støðu við hesum alifiski og teir fyrimunir silini hava - og tað gera vit so avgjørt ikki við at avtaka sílastammuna.

Ein loysn eigur at finnast, og almennu Føroyar sum alitjóð hava skyldu at finna eina haldføra langtíðarloysn á hesi avbjóðing, nú.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi