Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrra hálvár hjá Trygd merkt av stórum skaðaendurgjøldum 

Vinnulív | 03/09-2021 11:06

Gongdin í fyrra hálvári var merkt av fleiri størri skaðum enn væntað, og bæði heima og úti í  heimi síggjast stórar príshækkingar á tilfari til bygging. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu  samanlagt 45 mió. kr. í skaðaendurgjøldum í tíðarskeiðinum.  

Gongdin fyrra hálvár hevur verið munandi betri enn árið fyri, men tó verri enn upprunaliga væntað,  orsakað av fleiri størri skaðum og stórum príshækkingum á tilfari til bygging. Seinastu árini er talið  av skaðafráboðanum í sambandi við Sethúsatrygd støðugt hækkað. Talan er serliga um eina øking  í stormskaðum.  

Nógvu stormskaðarnir í Føroyum hava havt við sær, at kostnaðurin, ið Trygd rindar fyri  endurtrygging er hækkaður munandi, og samstundis hevur prísurin á byggitilfari, ið verður brúkt til  at umvæla sethúsaskaðar, verið hækkandi.  

Trygd leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til síni viðskiftafólk. Á vári 2021 menti  Trygd Tanntrygd, sum fyritøkur og fakfeløg kunnu tekna sínum starvsfólkum og limum. Tryggingin  er hin einasta av sínum slagi í Føroyum.  

"Vit meta úrslitið vera nøktandi, tá hædd verður tikin fyri, at einstakir størri skaðar ávirkaðu  

lutfalsliga nógv. Hóast gongdin í fyrra hálvári hevur verið merkt av fleiri størri skaðum enn væntað,  fegnast vit um, at vit hava eitt sterkt felag, sum er ført at hjálpa kundunum, tá tey hava tørv á hjálp,  sigur Brian Smedemark," stjóri í Trygd. 

Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at hækka nakað í seinna hálvári, og at skaðarnir fara at vera á  einum lægri støði. Tó er korona-farsóttin framvegis ikki av, eins og váðin fyri stormum um veturin  altíð er stórur.  

Úrslitið fyri restina av árinum er í stóran mun tengt at gongdini á tryggingarmarknaðinum, har  kappingin um kundarnar framhaldandi er hørð. Harumframt kunnu einstakir stórir skaðar henda – serliga í sambandi við arbeiðsskaðar og stormskaðar – ið ávirka úrslitið hjá felagnum. Leiðslan  væntar, at árið fer at geva eitt úrslit millum 8 og 13 mió. kr. áðrenn skatt. 

Hálvársroknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 3,6 mió. kr. samanborið við 153 tkr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Hálvársúrslitið eftir skatt var 2,8 mió samanborið við 147.000 kr. sama tíðarskeið í fjør. 
  • Tryggingartekniska úrslitið var 4,2 mió kr. samanborið við 636.000 kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 5,6 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og  eru nú 86,5 mió. kr. 
  • Skaðaendurgjøldini lækkaðu úr 50,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør til 47,7 mió. kr. 
  • Bruttoskaðaprosentparturin var 69,2% samanborið við 77,6 % sama tíðarskeið í fjør. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi