Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Gongdin í 2021 betri enn væntað 

Vinnulív | 02/11-2021 07:11

Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu 9 mánaðir ber boð um, at føroyskar fyritøkur og húsarhald eru væl fyri. Grundraksturin hjá bankanum er betraður, og útlitini fyri restina av árinum eru góð. 

”Árið hevur higartil roynst betur enn upprunaliga væntað. Arbeiðsloysið er lágt, eftirspurningurin eftir bústaðarfígging er stórur, og bæði vinna og privat húsarhald eru sum heild væl fyri. Í juli byrjaðu vit at bjóða viðskiftafólkunum eina samansparingarkontu uttan negativa rentu, og vit síggja, at alsamt fleiri velja at gagnnýta tann møguleikan,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.  

Vaksandi áhugi fyri at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðin
Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum ársins fyrstu 9 mánaðir, og bankin veitti fígging til keyp, nýbygging og umvæling um alt landið. Áhugin fyri at seta búgv aðrastaðni enn í høvuðsstaðarøkinum er vaksandi, og størsti vøksturin í miðalprísum fyri sethús er uttan fyri Tórshavn. Søguliga hava føroyingar fíggjað bústaðin við bankaláni, men seinastu árini eru viðskiftafólkini í størri mun farin at velja eina samanseting av realkredittláni og vanligum bankaláni. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør er vøksturin í realkredittlánum 14%. 

Í 2025 skal beinleiðis CO2-útlátið vera 0
Fyrr í ár fór bankin undir at veita eitt grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku sum t.d. hitapumpu ella fjarhita. Higartil eru bústaðir fyri uml. 190 mió. kr. fíggjaðir við grøna bústaðarláninum. 

”Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at stuðla undir grøna orkuskiftið, og tí leggja vit dent á at bjóða lán, ið gera tað bíligari hjá kundunum at velja umhvørvisvinarligar loysnir til eitt nú bústað og bil. Harumframt eru vit tilvitað um, at okkara egna virksemi eisini skal taka atlit til umhvørvið. Í tí sambandi hava vit broytt upprunaliga málið um at minka okkara CO2-útlát við 50% í 2025 og arbeiða í staðin fram ímóti at minka tað við 70% og fáa beinleiðis útlátið niður á 0,” sigur Árni Ellefsen.  

Roknskapurin í stuttum 

- Úrslitið fyri skatt gjørdist 246 mió. kr., harav 90 mió. kr. stava frá søluni av danska virkseminum 
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 127 mió. kr. samanborið við 110 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør 
- Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 36 mió. kr. samanborið við 5 mió. kr. í niðurskrivingum sama tíðarskeið í fjør 
- Rakstrarúrslitið gjørdist 163 mió. kr. samanborið við 106 mió. kr. sama  tíðarskeið í fjør 
- Bankin hevði 7,6 mia. kr. í útlánum samanborið við 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið  í fjør 
- Innlán bankans lækkaðu úr 7,5 mia. kr. sama tíðarskeið í fjør til 7,4 mia. kr.  - Solvensurin hækkaði úr 24,9% sama tíðarskeið í fjør til 31,7% - Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2021 verður millum 230 og 250 mió. kr. 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi