Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vindmyllur ella pumpuskipan – hvat skal koma fyrst?

Politikkur | 30/11-2021 08:45

Tað hevur gingið alt ov seint við grøna orkuskiftinum. Tað eru flestøll samd um. Men hvørja ferð okkurt framstig hendir á økinum, so rópa summi upp um, at nú gongur tað ov skjótt. 

Vit skulu útbyggja vindorkuna úr 18- uppí 240 megawatt næstu árini. Málsetningurin er, at øll el-framleiðsla á landi skal vera grøn longu í 2030 (um bara 8 ár). Her skal ikki bara ganga skjótt, men tað má ganga rættiliga nógv skjótari enn higartil, um vit skulu koma í nánd av tí málsetninginum.  

Eingin vindmylla er komin upp í meginøkinum seinastu sjey árini, og vit skulu hava 60 myllur upp afturat, umframt sólpanel – og vit fáa at vita, at her gongur alt ov skjótt.

Orkuspill í útbyggingarfasuni 
Meðan útbyggingarnar fara fram, sleppa vit ikki undan, at orka fer til spillis. Hetta kemst av, at alt verður ikki bygt samstundis. Fyri at sleppa undan varandi orkuspilli arbeiðir SEV við eini ætlan um eina pumpuskipan. Við henni skal bera til at goyma framleiðsluna sum loypur av, tá til dømis nógvur vindur er, fyri at kunna brúka hesa orkuna, tá okkum manglar orku. 

Men pumpuskipanin verður ikki klár fyrr enn um eini fimm ár, og tí sigur onkur, at vit mugu bíða við at seta fleiri vindmyllur upp, til pumpuskipanin er farin at virka.

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur boðað frá einum fyrispurningi til Magnus Rasmussen, landsstýrismann, um hesi viðurskiftini. Hann spyr, um landsstýrismaðurin kann tryggja, at brúkarin ikki fær rokningina fyri streymin, sum ikki verður brúktur, um myllurnar koma upp áðrenn pumpuskipanin. 

Vit kundu eisini vent spurninginum við: Pumpuskipanin kostar ikki minni enn 1,2 milliardir krónur. Henda risaíløgan skal rindast aftur við avlopsstreymi frá vindmyllunum. Men um ongar myllur eru komnar upp, tá pumpuskipanin stendur klár, hvaðani skal so avlopsstreymurin koma, sum skal fíggja íløguna? Kann Henrik Old ella onkur annar tryggja, at brúkarin ikki fær ta rokningina?

Hetta er sum hønan og eggið: Uttan hønu verður einki egg, og uttan egg verður eingin høna. Vit fáa ikki alt upp sama dag, og tí verður í útbyggingarfasuni eitt ávíst orkutap. Vit mugu tí koma skjótt ígjøgnum útbyggingarfasuna og yvir í framleiðslufasuna, um Føroyar skulu hava varandi orku.

Samstarv er vegurin fram
Tað var tí gleðiligt at hoyra Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, í sambandi við eykaaðalfundin í farnu viku, leggja upp til betri samskifti millum partarnar. Hann vísti á felags málsetningin, sum vit øll eiga at standa saman um. Eg kann ikki siga annað enn, at eg eri samdur. Latið okkum stremba eftir at fáa ferð á væl skipaðar útbyggingar á orkuøkinum, soleiðis at vit røkka málinum um grøna el-framleiðslu í 2030.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi