Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

STÓR VENJING HJÁ VÁGA FLOGHAVN

Innanlands | 21/09-2022 10:44

Meira enn 350 luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum vóru við í umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn

SMYRIL 2022 – STÓR VENJING HJÁ VÁGA FLOGHAVN
Meira enn 350 luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum vóru seinnapartin í dag við í eini
umfatandi tilbúgvingarvenjing, sum varð hildin í Vága Floghavn, tá alarmurin fór í gongd kl. 17:31.

Endamál
Endamálið við venjingini var at royna tilbúgvingina hjá Vága Floghavn, løgregluni, sjúkraflutningstænastuni og hjá øllum øðrum pørtum, sum eru knýttir at tilbúgvingini fyri flogvøllin, fyri á tann hátt at staðfesta, hvussu allar uppgávur í eini stórari vanlukku verða loystar.


Fyrireikingar
Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við limum frá Vága Floghavn, løgregluni og sjúkraflutningstænastuni hava í umleið eitt ár fyrireikað venjingina. Hóast dagurin fyri venjingina varð ásettur fyri einum ári síðani, so hava bert fá fólk havt kunnleika til innihaldið í venjingini, og er hetta fyri at gera hana so veruleikakenda sum til ber, fyri allar luttakandi partar.

Innihaldið í venjingini
Í stuttum var innihaldið í sjálvari venjingini, at eitt flogfar við 122 fólkum umborð í sambandi við fráferð misti flogið og
endaði partvíst á landi og partvíst á sjónum við Bíggjarvegin í Sørvági. Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og
kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Atlantic Airways og hjá torninum á flogvøllinum. Á skaðastaðnum fevndi
venjingin um eldsløkking, bráðfeingis skaðaviðgerð, sjúkraflutning, leiting eftir fólkum á sjógvi og landi við fólki, bátum og tyrlum, skráseting av fólkum, umframt fyribyrging av dálking frá eini slíkari vanlukku, og fleiri aðrar størri og smærri
avbjóðingar. Eisini var vant í at lata flogvøllin aftur fyri flogferðslu, fyribils at leiða flogferðslu til aðrar flogvallir, og at enda at lata flogvøllin uppaftur fyri vanligari ferðslu.
Til samans vóru luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum við í venjingini. Samanlagt vóru
umleið 350 fólk við í venjingini, harav uml. 60 statistar, uml. 150 sløkkiliðs- og bjargingarfólk og so eini 60-80 onnur
starvsfólk.
Luttakandi partarnir í venjingini vóru
 Vága Floghavn
 Naviair í torninum
 Atlantic Airways
 Tyrlutænastan
 Løgreglan
 MRCC
 “Brimil”

 “Vædderen”
 Sjúkraflutningstænastan
 Sørvágs kommuna
 Sørvágs Sløkkilið
 Vága Sløkkilið
 Vestmanna Sløkkilið
 Kvívíkar Sløkkilið
 Vága Bjargingarfelag
 Arktisk Kommandi við sjóverjutyrlu
 Hjálparfólk Eiðis Bjargingarfelag
 Zarepta

Tvørfaklig samskiftisskipan brúkt í venjingini
Venjingin varð eisini nýtt sum høvi at royna samskiftisskipanina KIMA, sum m.a. løgreglan og Sjúkraflutningstænastan
nýta. Hetta er ein skipan, sum er ment av Føroya Tele í samstarvi við Ericsson. Skipanin er ikki enn í nýtslu hjá so nógvum sløkkiliðum, undantikið tó Tórshavnar Sløkkilið, sum hevur brúkt skipanina í eina tíð.

Skipanin vísti seg at virka væl til tvørfakliga samstarvið millum luttakandi eindirnar í venjingini. Møguleikarnir at stroyma myndir beinleiðis frá einum skaðastað við nýggju skipanini eru eitt stórt framstig fyri øll, sum hava uppgávur í sambandi við álvarsligar vanlukkur.

Føroyskir og útlendskir eygleiðarar
Fleiri føroyskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini, og ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug í november.
Men longu eftir venjingina í kvøld hava ymsu partarnir havt eina skjóta og stutta samanumtøku har staðfestast kann, at fleiri uppgávur vóru loystar júst sum ætlað og væntað, meðan tað eisini eru nakrar uppgávur, har tað er neyðugt at hyggja nærri at, hvussu tey viðurskiftini kunnu betrast.

Takksom hjá Vága Floghavn
Vit hjá Vága Floghavn eru sera takksom fyri stóru hjálpina vit hava fingið frá øllum luttakarunum, og ikki minst frá
statistunum, sum dugdu at gera venjingina sera veruleikakenda og avbjóðandi fyri tilbúgvingarfólkini á skaðastaðnum.
Eisini vil Vága Floghavn takka Kringvarpi Føroya og Landsverki fyri hjálp í sambandi við venjingina.

Regin I. Jakobsen
stjóri


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi