Støddin av gýtingarstovninum er ikki avgerandi fyri tilgongdina
Amerikanskir granskarar hava kanna 230 ymiskar fiskastovnar. Endamálið var kanna um tað er rætt at støddin av gýtingarstovninum er avgerandi fyri hvussu stór tilgongdin til stovnin er.
Granskingin vísti sera greitt, at tað er tað ikki. Í 9 av 10 fiskastovnum, sum kannaðir vóru, var ikki samband millum stødd av gýtingarstovni og tilgongdini til stovnin.
Granskingin vísti eisini, at fyrst minkaði tilgongdin til stovnin og síðan minkaði gýtingarstovnurin.
Ray Hilborn, professari, sigur, at granskingin vísur at orsøkin til at fiskastovnar eru smáir eru natúrligar orsøkir.
Ray Hilborn heldur fram og grundgevur fyri, at hetta er so eisini orsøkin til at minka veiðutrýst ikki økir um støddina á gýtingarstovninum. MSY ella Maximum Sustainable Yield verður tí ikki størri av minkaðum veiðutrýsti.
Granskararnir nevna ikki Føroya Banka, tó at hann kundi verið eitt dømi. Har hevur eingin fiska í nógv ár, men har er framvegis eingin fiskur sambært okkara egnu granskarum á Havstovuni..
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur