DET SKAL GØRE ONDT, FØR DET KAN GØRE GODT
Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin skrivar
Á donskum er hetta eitt orðatak, ið eg haldi er sera rámandi fyri eina av størstu alheimskreppunum í søguni. Eyðvitað er talan um veðurlagskreppuna, ið herjar, meðan heimsins politikarar nærum einans hyggja at.
Okkurt MÁ henda, og vit mugu øll, tú og eg, góðtaka, at tað fer at kosta. Ikki einans fíggjarliga, men eisini, hvussu vit liva okkara lív, og hvussu vit innrætta okkara gerandisdag.
Um vit veruliga meina tað og vilja gera mun, mugu vit eisini taka tær torføru – men neyðugu – politisku avgerðirnar. Nokk er tosað og nóg nógvar frágreiðingar eru skrivaðar. Tað er nú ella aldrin, at politikarar mugu vakna og hyggja út gjøgnum vindeygað úr torninum, teir hava sitið í alt ov leingi. Tá summi siga, at Føroyar eru so lítlar, at vit ongan mun kunnu gera, er tað heilt einfalt ikki rætt.
Vit kunnu øll gera okkara, vit kunnu vera fyrimyndir, og vit kunnu trýsta onnur lond.
Tað er ikki longur ein spurningur um, nær vit fara at føla veðurlagsbroytingarnar - tað gera vit longu. Vit síggja longu veðurlagsflóttar, og vit síggja longu náttúravanlukkur sum ongantíð áður.
Vit eru har nú!
Tí er tað eisini NÚ, at vit skulu hava eina veðurlagslóg!
Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










